At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Við 60.837 persónligum atkvøðum tryggjar Mette Frederiksen sær hægsta persónliga atkvøðutal á einum fólkatingsvali í 17 ár, skrivar DR.

Ikki síðani Anders Fogh Rasmussen á valinum í 2005 fekk 61.792 persónligar atkvøður hevur valevni fingið yvir 60.000 atkvøður.

Eftir Mette Frederiksen sær listin soleiðis út:

2: Inger Støjberg, 47.211 persónligar atkvøður.

3: Lars Løkke Rasmussen, 38.439.

4: Alex Vanopslagh, 38.284.

5: Jacob Mark, 31.235.

6: Magnus Heunicke, 22.102.

7: Jakob Ellemann-Jensen, 20.945.

8: Nicolai Wammen, 18.022.

9: Søren Gade, 17.998.

10. Søren Pape, 15.767.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo