Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er farin til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv. Hesum boðar danska forsætismálaráðið frá í morgun.

Saman við henni er spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, og tey bæði skulu millum annað umrøða støðuna í Ukraina, eftir at Russland herfyri leyp á landið. Eisini skulu tey umrøða, hvussu møgulig krígsbrotsverk og brot á manarættini skulu revsast eftir kríggið, stendur í skrivinum frá forsætismálaráðnum.

- Eg hámeti Zelenskyj, forseta, og ukrainska fólkið fyri teirra dirvi, og hvussu tey halda fram at verja landið ímóti ólógligu innrásini hjá Putin. Mín boðskapur skal vera, at Ukraina framhaldandi kann vænta sær hjálp frá Danmark, sigur Mette Frederiksen í skrivinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo