Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

MFS: Hóskvøldið 22. juli helt Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) sín árliga aðalfund í Aulini á Finsen. Á skránni var ársfrágreiðing, broytingaruppskot, framløga av yvirlýsing og val av ráði.

Árið ið fór
Seinasta árið hevur MFS fingið nýtt skrivstovufólk og nýggj skrivstovuhøli á Hoydalsvegnum, har vit húsast saman við Vegleiðingarstovuni og integratiónsprestinum.

Sum hoyringspartur hjá Føroya Løgtingi og Landsstýri hevur MFS havt ymisk mál til hoyringar til dømis málið um CPR-nummar til føroyingar, broytingar í ÚSUN-stuðlinum og nýggjar mannagongdir fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Eins og undanfarin ár hevur MFS givið blaðið Fjølnir út. Í ár hava vit valt at hava eitt høvuðsevni, sum var “Lesandi og arbeiðsmarknaðurin”. Blaðið eydnaðist væl og kann lesast á heimasíðuni www.mfs.fo/blod.

Altjóða virksemi hevur í nógvar mátar verið skert orsaka av koronufarsóttini. Tó hava nakrar av føstu ráðstevnunum og fundunum verið hildnir í talgildum líki. MFS hevur luttikið á norðurlendskari ráðstevnu hjá NOM (Nordisk Ordförande Møte) og evropeiskum ráðstevnum og fundum, sum ESU (European Students’ Union) hevur skipað fyri. Seinasta heyst eydnaðist tað nevniliga MFS at gerast kandidatlimur í ESU, og komandi heyst skal aðalfundurin hjá ESU væntandi atkvøða um, um MFS skal gerast fullur limur.

Av tí at virksemi úteftir hevur verið avmarkað av koronufarsóttini, hevur serligur dentur verið lagdur á innanhýsis mannagongdir og skjøl, har ymsar dagføringar hava verið gjørdar.

Innanhýsis viðurskifti
Aðalfundurin samtykti ymisk broytingaruppskot og nýggj uppskot til starvsskipan og viðtøkur. Nevnast kann, at í starvsskipanina er ein nýggj altjóða ambassadørskipan løgd aftrat. Endamálið við skipanini er at føroysk umboð, sum lesa ymsastaðni í heiminum, kunnu koma við sínum íkasti til virksemið hjá MFS, tí umframt at umboða øll lesandi í Føroyum, umboða vit øll føroysk lesandi uttanlands. Í fyrstu syftu hava vit ambassadørar úr Onglandi, Skotlandi, Póllandi, Svøríki, Norra, Íslandi og Danmark. Til ber at síggja, hvørjir ambassadørarnir eru á www.mfs.fo/ambassadorskipan.

Í starvsskipanini hjá MFS er ein partur, sum eitur Leiðreglur fyri etiskan atburð og javnrættindi, ið hevur til endamál at tryggja javnrættindi, javnstøðu og virðing fyri einstaklingum, samfelagi og náttúru í øllum virksemi hjá MFS, umframt at fyribyrgja óhóskandi atburði millum limir í felagnum. Á aðalfundinum var skjalið Útgreinan av leiðreglunum fyri etiskan atburð og javnrættindi lagt fram og samtykt. Í skjalinum stendur, at MFS á hvørjum ári skal velja tvey álitisfólk, sum skulu vera um ráðslimir og onnur, ið eru tilknýtt felagnum og taka ímóti og viðgera møguligar klagur um brot á etisku leiðreglurnar. Í Føroyum eru forholdini smá, og tí kann tað vera trupult at boða frá, um ein hevur verið fyri órætti. Vit meta tað tí vera av alstórum týdningi at hava eina skipan við greiðum mannagongdum í einum felagið sum okkara. Við leiðreglunum fyri etiskan atburð og javnrættindi og útgreinan av hesum, staðfestir MFS, at vit ikki góðtaka ágang av nøkrum slagi.

Yvirlýsing um javnstøðu og javnrættindi í útbúgving
Aðalfundurin samtykti yvirlýsingina Allur mismunur skal beinast burtur, har tað verður staðfest at ein av okkara fremstu uppgávum í MFS er “at virka fyri veruligum javnrættindum og veruligari javnstøðu, tá umræður atgongd til útbúgving, lestrarlív – frá lestrarbyrjan til lestrarlok – og í yrkisleiðini eftir lokna útbúgving.” Hetta gera vit bæði við at inneftir hava skipanir, sum eru fevnandi fyri øll lesandi og úteftir við at virka fyri, at føroyskir útbúgvingarstovnar rúma øllum “uttan mun til kyn, kynsligan samleika og persónliga lívsáskoðan og heimsfatan”.

Fyri MFS merkir javnstøða og javnrættindi, at øll “hava somu møguleikar og rættindi innan hægri útbúgving og somu atgongd til útbúgvingarskipanina”. Sum samfelag skulu vit ásanna at fortreytirnar hjá lesandi eru ymiskar og veita øllum “tey amboð og tær umstøður, teimum tørvar til tess at klára seg væl, bæði undir útbúgving og í arbeiðslívinum eftir lokið prógv.”

Fyri at beina burtur allan mismun er avgerandi at vit fáa eina uppgerð við ágang innan lestrarumhvørvið og áhaldandi stríðast ímóti millum annað kynsligum ágangi, rasimu og homofobi.

Yvirlýsingin var almannakunngjørd 27. juli, tá MFS eisini luttók á Faroe Pride 2021 og kann lesast á www.mfs.fo/yvirlysingar.

Nýtt ráð
Til aðalfundin skuldi nýtt ráð veljast. MFS ráðið 2021/2022 er fult mannað við 11 ráðslimum umframt einum tiltakslimi. Av hesum 12 eru 5 nývald. Hjalti í Jákupsstovu valdi at ikki stilla upp aftur og MFS takkar honum fyri arbeiðið í felagum. Hini 7 stillaðu øll uppaftur. Eftir aðalfundin var afturlatin fundur, har ráðið skipaði seg. Við einum væl mannaðum ráði stendur eitt spennandi ráðsár fyri framman hjá Meginfelag Føroyskra Studenta. 

Ráðið 2021/2022:

Forseti: Tór Marni Weihe, lesur filosofi og russiskt á Aalborg og Københavns Universitet

Varaforseti: Brandur Arnoarson, lesur KT-verkfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Ráðsskrivari: Barbara Gaardlykke Apol, lesur búskaparfrøði á Københavns Universitet

Fíggjarstjóri: Hans Gilstein Petersen, lesur Electrical and Mechanical Engineering á University of Strathclyde í Glasgow

Altjóða skrivari: Borgný Súsonnudóttir Hansen, lesur audiologopædi á Københavns Universitet

Samskiftis- og marknaðarførslustjóri: Birita Matras Petersen, lesur søgu á Fróðskaparsetri Føroya

Aðrir ráðslimir:

Elberg Klettheyggj, lesur búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Magnus við Streym, lesur søgu á Háskóla Íslands í Reykjavík

Niels Arge, lesur búskaparfrøði á Københavns Universitet

Erika Høgnadóttir, júst vorðin bachelor í HA(jur.) á Copenhagen Business School

Karla Neslíð (álitisfólk), lesur søgu á Københavns Universitet

Tiltakslimur:

Christian Christiansen (álitisfólk), lesur HA(jur.) á Copenhagen Business School

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo