Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Dómstólur í Haag hevur dømt tveir russarar og ein ukraina fyri niðurskjótingina av Malaysia Airlines-flogfarinum í 2014. Ein fjórði persónur var fríkendur, skrivar NRK.

MH17-flogfarið hjá Malaysia Airlines var skotið niður 17. juli 2014 yvir Eystur-Ukraina. 298 fólk lótu lív, millum teirra 196 niðurlendingar.

Igor Girkin, Sergej Dubinsky og Leonid Kharsjenko eru dømdir lívlangt fongsul. Oleg Pulatov var fríkendur.

Rættarmálið byrjaði í 2020, eftir fleiri ár við kanningum hjá einum altjóða kanningartoymi leitt av Niðurlondum.

Ukrainska stjórnin hevur lovað 100.000 dollarar til tann sum megnar at taka Girkin, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo