Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú mikukvøldið 19. oktober kl. 19.30 verður Miðvika í Hoyvíkar kirkju við danska prestinum Lisbeth Holm Filtenborg, sum eisini er kend fyri sínar áhugaverdu og viðkomandi fyrilestrar. Evnið mikukvøldið er "Matur og kærleiki í Bíbliuni", og aftaná verður ein drekkamunnur og tá hava fólk eisini høvi at seta spurningar.

Í sínum fyrilestrum um evnið hevur Lisbeth fingið stóran íblástur frá persónunum, sum danski rithøvundurin Anne Marie Løn hevur í sínum skaldskapi. Í fleiri líknilsum og frásagnum er evnið matur, sum samstundis er lykilin at skilja Guds ríki og ósjálvsøkna kærleikan hjá Jesusi, ið er lýstur í páskaboðskapinum.

Lisbeth Holm Filtenborg hevur verið prestur síðani 1991, og síðani 2012 hevur hon verið prestur í Gauerslund við Vejle. Hon hevur eisini verið háskúlalærari í Nørre Nissum, har hon undirvísti í bókmentum, list, religión og túrum í náttúruni. Lisbeth hevur ein master í retorikki og samskifti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo