Miðvingar hava verið í Miðvágsurð og slept heystlombum.
Veðrið var av tí besta, so tað gekk gott at koma í land.
12 hornaseyðir vóru sleptir upp.
Teir verða tiknir aftur síðst í september.
Myndir: Páll Hansen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo