Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað kemur av og á fyri, at tey sum hava fingið Michelin stjørnur vilja sleppa av við tær.

Eitt slíkt dømi er matstovan The Checkers í býnum Montgomery í Onglandi. Tey hava havt eina stjørnu síðani 2011, men vilja nú fegin sleppa av við hana.

- Tað hevur verið ein gleði, og vit vóru sera fegin tá vit fingu stjørnuna. Men nú ætla vit at taka familjuna framum, sigur vertsparið, sum eigur smá børn, og sum heldur tað hava verið 7 spennandi men strævin ár.

Hetta er ikki fyrstuferð at ein matstova hevur frábiðið sær Michelin stjørnur. Til dømis bað franska gourmet matstovan Le Suquet í fjør um at fáa sínar tríggjar stjørnur strikaðar úr bókini, tí kokkurin orkaði ikki at arbeiða undir trýstinum og alla tíðina skula liva upp til allar stjørnurnar.

Og herfyri kom eisini fram, at bretski kokkaúrmælingurin Marco Pierre White vendi Michelin-inspektørum í hurðini, tá teir ætlaðu sær at vitja nýggjastu matstovuna hjá honum í Singapore.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo