Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í 2022 var miðalaldurin í Føroyum 39,5 ár.

Í 2002 var miðalføroyingurin 36,3 ára gamal, vísa tøl, sum VP hevur fingið frá Hagstovuni.

Miðalaldurin er sostatt hækkaður 3,2 ár seinastu 20 árini.

Og hyggja vit eftir tølunum fyri seinastu 20 árini, so vísa tey at vit gerast eldri - næstan - hvørt einasta ár.

Samanbera vit okkara tøl við til dømis norsk tøl, so var miðalaldurin í Noreg í 2022 41 ár.

Í 2002 var miðalnorðmaðurin 38,4 ára gamal.

Miðalaldurin í Noreg hækkaði sostatt 2,6 ár hesi seinastu 20 árini.

Miðalaldurin í Føroyum seinastu 20 árini fyri alt landið:   
    2002    36,3
    2003    36,4
    2004    36,5
    2005    36,7
    2006    36,9
    2007    37,1
    2008    37,4
    2009    37,5
    2010    37,8
    2011    38,1
    2012    38,5
    2013    38,8
    2014    39,0
    2015    39,1
    2016    39,3
    2017    39,3
    2018    39,3
    2019    39,3
    2020    39,4
    2021    39,5
    2022    39,5

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo