- Við at svíkja tann veikasta samfelagsbólkin vit hava í Føroyum, hevur Aksel V. Johannesen ikki víst seg at vera løgmaður fyri allar føroyingar, skrivar Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum er ein minniluti í álitinum hjá Fíggjarnevndini viðvíkjandi Suðuroyartunlinum.
- Tað hevur tí lívsneyðugan týdning, at eitt stjórnarskifti fer fram sum skjótast, soleiðis at henda gerð kann strikast.
- Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur við allari sínari politisku megi kroyst ræðuleikans uppskot ígjøgnum Løgtingið, og sum løgmaður hevur hann undirgrivið okkara stýrisskipanarlóg, við at koyra landsstýrisfólk frá og seta tey aftur sama dag, fyri at fáa eina politiska kabal at ganga upp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



