Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú bæði fólkatings- og løgtingsval verða innan 18 mánaðir er tíðin so smátt komin til politisku fundirnar, og næsta mikudag klokkan 19 skipar Miðflokkurin fyri fundi á Parnassinum á Hotel Hafnia.

Jenis av Rana, Landsstýrismaður og Løgtingsmennirnir hjá Miðflokkinum Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen, koma á fundinum at viðgera aktuellu politisku støðuna.

Undirsjóvartunnil til Suðuroyar er nógv umrøddur í hesum døgum, og tí sambandi hava Mourits Joensen og aðrir gjørt eitt alternativt uppskot um hetta mál. Teirra uppskot verður lagt fram á fundinum.

Sum vant verður byrjað við sangi og Svenning av Lofti, kemur at hava eitt stutt orð.

- Borðreitt verður við kaffi og onkrum leskiligum at smyrja góman við og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo