Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyar fylgja ikki leiðini hjá Danmark, sum hevur boðað frá, at øll leiting eftir olju og gassi heldur uppat, og eisini útvinning skal steðga í 2050.

Tvørturímóti ætla føroyingar at eggja oljufeløgum at koma at leita og útvinna kolvetni, og tað hevur vakt ans hjá miðlinum Energy Voice.

Miðilin heftir seg við orðini hjá avvarandi landsstýrismanni, Helga Abrahamsen, sum hevur sagt, at hóast nógv ynskja grønari orku, so slepst ikki undan, at eftirspurningurin eftir olju fer at vera stórur í nógv ár afturat.

Helgi Abrahamsen bjóðar oljufeløgum at vera vælkomin hendavegin at leita, og tað gongur neyvan long tíð heldur, til tey fyrstu banka á dyrnar, heldur hann. Ikki minst skulu vit gáa um avleiddu vinnurnar, sum eru knýttar at oljuvinnuni, minni Helgi Abrahamsen á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo