Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsleikstjórin Mike Day er aftur í Føroyum. Tí fer hann at vísa virðislønta heimildarfilmin The Islands and the Whales í Havnar Bio sunnudagin 27. mai kl 16. 

Eftir sýningina fer Mike at greiða frá í hugnaliga umhvørvinum á Paname Café á Vaglinum í Havn kl. 17.30.

Spurt verður, hvussu móttøkan hevur verið úti í heimi, um útlendingar fata filmin annarleiðis enn vit, um hann setur grindadráp í ein størri og annarleiðis samanhang, enn vit eru von við í Føroyum og um Mike hevur havt trupulleikar av Paul Watson og grindamótmælisfólki?

Mike Day er júst liðugur við ein nýggjan heimildarfilm í Texas í USA, og fer nú undir enn ein film á okkara leiðum í Norðuratlantshavi.

Filmsýningin og kjaktiltakið sunnudagin eru eitt samstarv millum Filmsfelagið, Grindamannafelagið, Havnar Bio og Paname Café.

27/5 kl 16:00 Mike Day presents: "The Islands and the Whales"

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo