

Fyrrverandi varaforsetin í USA, Mike Pence, heldur at Donald Trump valdi at gerast ein partur av trupulleikanum undir Kongress-stormingini.
Hann sigur at táverandi forsetin setti hann, familju sína og øll sum vóru í Kongressbygninginum tann dagin í vanda.
– Eg haldi at orðini hjá forsetanum vóru ábyrgdarleys. Tað var greitt at hann valdi at gerast ein partur av trupulleikanum, sigur Pence í samrøðu við ABC News sunnudagin sambært VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo