Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Norskir miðlar skriva, at Frederikstad úr næstbestu norsku deildini í dag fer at kunngera, at Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá felagnum, skrivar Bolt.fo.

- Eftir átta framúrskarandi ár við ógloymandi upplivingum enda KÍ og høvuðsvenjarin samstarvið, sum annars skuldi ganga fram til og við 2025, skrivar KÍ á síni heimasíðu.

- Mikkjal hevur javnan fingið boðið útlenskt venjarastarv, og nú hevur eitt útlenskt felag við fríkeypsklausuli loyst hann úr sáttmálanum við KÍ.

- Við tøkk fyri tað ómetaliga stóra arbeiðið í gjøgnum hesi átta árini ynskir KÍ Mikkjali bestu eydnu við næstu avbjóðingini.

- KÍ er farið í holt við tilgongdina at seta nýggjan høvuðsvenjara. Málið er at seta ein vælskikkaðan leiðara við fakligum fótbóltsroyndum á høgum stigi. Hetta skal gerast við nærlagni og tekur tað tíð, sum krevst, skrivar KÍ.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo