Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága dansifelag og Visit Vágar skipa fyri tiltakinum Mikkjalsdagar í samband við at 60 ár eru liðin síðan deyðadag Mikkjals á Ryggi 20. oktober 1956.

Báðar dagarnar er forvitinslig framsýning við glasmyndum, tekningum o.ø. sum Mikkjal hevur latið úr hondum, sum Miðvágs fornminnafelag eigur, og hevur sett upp og verið so beinasamt, at lánt okkum í samband við Mikkjalsdagarnar. Framsýningin verður opin báðar dagarnar.

Leygarkvøldið 29. oktober verður kvøldseta í Marghøllini í Sørvágs skúla, har veður felagssangur, umframt túnatos millum heimildarmenn um Mikkjal í gerandislívinum, upplestur og Vágakórið fer at syngja til kvøldsetuna.

Sunnudagurin 30. oktober bjóðar eina áhugaverda og fjølbroytta skrá. Í góðum samstarvi millum kirkjuráðið í Miðvági og Vága dansifelag, byrjar dagurin við at kirkjuráðið bjóðar til morgunmat kl. 10.00 í kirkjukjallaranum í Miðvági, áðrenn farið verður til minningargudstænastu um Mikkjal á Ryggi í Miðvágs kirkju. Gudstænastan verður send beinleiðis í útvarpinum, og í sjónvarpinum seinnapartin. Sunnudagin seinnapartin verður sálmasangur í Miðvágs kirkju við luttøku av Vágakórinum.

Um kvøldið verður almennur føroyskur dansur í Beitinum í Miðvág bæði fyri børnum og vaksnum. Børnini byrja kl. 19.00 og tey vaksnu kl. 20.00.

Skrá:
29. oktober   
klokkan 1500 - 1800:    Framsýning í Miðvágs skúla    
klokkan 1900:    Kvøldseta í Marghøllini í Sørvágs skúla
    Felagssangur, prát um Mikkjal í gerandislívinum og upplestur, Vágakórið luttekur

30. oktober
klokkan 1000:    Morgunmatur í kirkjukjallaranum í Miðvági
klokkan 1100:    Minningargudstænasta um Mikkjal á Ryggi í Miðvágs kirkju.
klokkan 1500:    Sálmasangur í Miðvágs kirkju, Vágakórið luttekur.
klokkan 1700 – 2000:    Framsýning í Miðvágs skúla
klokkan 1900 – 2000:    Almennur barnadansur í Beitinum í Miðvági
klokkan 2000:    Almennur føroyskur dansur í Beitinum í Miðvági

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo