Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-205/2021 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsøe, um ættleiðing av føroyingum

Spurningar:
1. Hvussu nógvir føroyingar eru ættleiddir av føroyingum frá tí, at slíkar upplýsingar eru skrásettar til í dag?

2. Hvussu nógvir føroyingar eru burturættleiddir til eitt annað land sama tíðarskeiðið?

3. Hvussu nógvir føroyingar eru endaðir í fosturforeldraskipanini ella líknandi skipan sama tíðarskeiðið?

4. Hvussu sær hendan gongdin út í tølum býtt á hvørt einstakt ár frá tí, at slíkar upplýsingar eru skrásettar til í dag býtt á hesar bólkar: føroyingar ættleiddir av føroyingum, føroyingar burturættleiddir til annað land og føroyingar endaðir í fosturforeldraskipanini?

5. Hvørjar eru høvuðsforðingarnar fyri, at føroyingar ættleiða føroyingar undir galdandi skipan á økinum?

6. Heldur landsstýrismaðurin, at møguleikarnir fyri at føroyingar ættleiða føroyingar eru nóg góðir?

Svar:
Til nr. 1
Við undantaki av familjuættleiðingum, har eitt mál var skrásett í 2017 og eitt í 2022, er Familjufyrisitingin ikki vitandi um, at nakað barn búgvandi í Føroyum er ættleitt av føroyingum sambært ættleiðingarlógini. Familjuættleiðing er ættleiðing av børnum, sum eru í nær familju við tey sum ættleiða, ella hava eitt serligt tilknýti til tey sum ættleiða, eitt nú fosturbørn, ið eru umsorganaryvirtikin, við samtykki ella við tvingsli.

Til nr. 2
Familjufyrisitingin er ikki vitandi um, at nakað barn búgvandi í Føroyum er burturættleitt til annað land.

Til nr. 3
Í tíðarskeiðinum frá 2010 til 2020, hava tað verið millum 44 og 89 børn í fosturforeldraskipanini.

##med2##

Til nr. 4
Føroyingar ættleiddir av føroyingum, sí svar til spurning 1. Føroyingar burturættleiddir til annað land, sí svar til spurning 2. Føroyingar í fosturforeldraskipanini, sí svar til spurning 3.

Til nr. 5
Tað eru ongar beinleiðis forðingar í lóggávuni fyri, at føroyingar kunnu ættleiða føroyingar.

Um eitt barn skal ættleiðast innanlands, sendir Familjufyrisitingin málið til Adoptionsnævnet í Danmark. Adoptionsnævnet velur síðani millum góðkend ættleiðingarforeldur, ið kunnu vera føroyingar ella danskarar, hvørji ættleiðingarforeldur eru best skikkaði til at ættleiða barnið.

Um samtykki til burturættleiðing er latið, og barnið skal ættleiðast av einum ávísum umsøkjara, viðger Familjufyrisitingin málið uttanum Adoptionsnævnet.

Til nr. 6
Sí svar til spurning nr. 5 og at landsstýrið í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir hevur um at gera broytingar í Ættleiðingarlógini.

Almannamálaráðið 13. juni 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo