Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Fleiri dagføringar eru gjørdar, bæði við ritbúnaði og sjálvari útgerðini, soleiðis at sum mest fæst burturúr, bæði tá tað rekur hart og tá tað rekur minni hart.

Nakað soleiðis sigur Minesto, svenska fyritøkan innan nýorku, sum fæst við verkætlanina at menna eitt sjóvarfalsorkuverk í Vestmannasundi, á síni heimasíðu.

- Mesta framleiðsla sum er máld nakrantíð er nú 139 kW og størsta miðalframleiðsla er nú 92kW, og framleiðsla hevur verið við nøktandi úrsliti eitt heilt, samanhangandi sjóvarfall, sigur Martin Edlund, sum er stjóri hjá Minesto.

Fyritøkan heldur kortini nær kroppinum og vil ikki avdúka fleiri tøl men sigur, at arbeiðið at gera ein dreka í fullari stødd heldur fram, og verkætlanin er nú góðkend av DNV.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo