Tað gongur væl við royndunum hjá svensku fyritøkuni Minesto at framleiða elorku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi. Higartil í ár hevur framleiðslan verið methøg, bæði í mongd og styrki, og eisini hevur framleiðsla verið í lang samanhangandi tíðarskeið, skrivar miðilin Offshore Energy.
Framleiðslan hongur sum vera man neyvt saman við sjóvarfallinum, og er komin upp á 22 kWt fyri eitt sjóvarfall.
Í fjør vórðu fyrireikingar gjørdar til at seta fleiri drekar út. Hesar fyrireikingarnar halda fram, millum annað skulu tjóðrini styrkjast, og tá fleiri drekar væntandi í næstum fara at framleiða streym ber til at leingja enn meira um samanhangandi tíðarskeiðið sum sjóvarfalsorka kann latast inn á netið hjá SEV.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo