Svenska felagið Minesto, sum í eina tíð hevur gjørt royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, hevur í dag boðað frá nýggja ættarliðnum av drekanum - Dragon Class - sum er munandi størri enn tann sum royndir hava verið gjørdar við.
- Bæði úrtøkan og kostnaðurin er betri við hesum nýggja ættarliðnum av drekum, eins og eisini viðlíkahald og dagliga driftin er gjørd einfaldari, sigur Minesto í fráboðanini.
Ætlanin er at nýggja ættarliðið av drekanum í næstum skal roynast í Fraklandi og Wales umframt í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo