Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Minningarhald fyri børn, ið farin eru, verður Allahalganna sunnudag 5.november kl. 16.00 í Havnar kirkju.

Derhard Jógvansson prestur prædikar og Benjamin Rajani  luttekur við sangi.

Minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta. Áðrenn gudstænastuna kl 15.30 er høvi hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra ljós og vit minnast børnini í kvirru. Aftan á gudstænastuna verður drekkamunnur i Kirkjustovu.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Seinastu árini hevur verið vanligt, fyrsta sunnudag í november at skipa fyri minningarhaldi fyri børn í farin eru.

Felagið Pinkubarnadeyði tók stig til slíkt minningarhald á fyrsta sinni í nov. 97. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – óansæð nær og í hvørjum sambandi barnið er mist.

Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.
Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð.
 
Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.
Tá ið vit tendra ljós í fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna, sigur felagið Pinkubarnadeyði í tíðindaskrivi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo