40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Heiðurslimur okkara, Esmar Andreasen andaðist 19. desembur 2022 eftir stutta sjúkralegu 72 ára gamal. Við honum hevur felagið mist eina av okkara eldsálum, sum altíð var klárur at hjálpa, og eisini at taka eitt megnartak, tá á stóð, og ymisk sjálvboðin arbeiði skuldu gerast á skjótibreytini.

Esmar hevur verið ein partur av Byrsumúla frá tíðliga í 1980’unum og luttók m.a. í FM-kappingini í 1983. Esmar var sostatt longu partur av felagnum, tá skotið var í Havnardali fram til 1986, og av virkseminum at rigga nýggju breytina til á Sandvíkum, sum bleiv tikin í nýtslu í 1987 upp undir oyggjaleikirnar her í 1989. Aktiviteturin tá var ikki eins nógvur og nú, men hildið varð á at skjóta, til virksemið steðgaði upp í 1995. Esmar var m.a. eisini partur av oyggjaleikalandsliðnum í trap til oyggjaleikirnar á Álandi í 1991.

Tá arbeiðið at fáa breytina í gongd aftur í 2007 og komandi árini byrjaði, var Esmar aftur klárur at heita á. Tað hava ikki so sjáldan verið boð eftir honum øll hesi árini, tá okkurt var galið við tí elektriska ella onnur arbeiði skuldu gerast.

Esmar tók eisini skjótingina uppaftur, og størsta einstaka bragdið hjá honum í skjóting hevur helst verið, tá hann saman við Ragnari við Streym vann Føroyum bronsuheiðursmerki í liðkappingini í trap á oyggjaleikunum á Bermuda í 2013. Esmar var altíð ein fittur og dámligur maður at hitta á breytini, og hann dugdi eisini væl at fara við teimum nýggju skjúttunum.

Esmar hevur ikki skotið so nógv seinastu árini, men hann vitjaði kortini javnan, og hugurin og kærleikin til felagið hevur alla tíðina verið har. Tá vit fyrr í ár fóru undir arbeiðið at rigga nýggju moderniseraðu breytina til, var Esmar aftur klárur. Hann hevur gjørt eitt megnararbeiði at leggja el inn í øll húsini og at rigga allar maskinurnar til og binda hesar saman, so at alt nú virkar eftir ætlan. Alt samalt sjálvboðið arbeiðið, sum annars vildi kostað felagnum hópin av pengum.

Tað verður okkum í felagnum ein ómetaligur saknur, at Esmar ikki er millum okkara longur, men minnini um hann koma at standa klár í øllum tí arbeiði, sum hann hevur avrikað á breytini. Vit siga honum hjartaliga takk fyri alt, og við samkenslu við tykkum døtrum og abbabørnum, ið eftir sita, lýsa vit við hesum frið yvir minni um megnarmannin og heiðurslim okkara, Esmar Andreasen.

Nevndin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo