Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Klaksvíkar kommuna: Guttorm Sørensen, best kendur sum Gutti, var ein slóðbrótari innanfyri frælsan ítrótt og ikki minst innanfyri frælsan ítrótt í Norðoyggjum.

At fáa eina rennibreyt var eitt av hansara stóru hjartamálum. Hann kempaði hart og miðvíst fyri hesum dreyminum, sum bleiv veruleiki 1. oktober í 2022. Tá varð eisini kunnað um, at býráðið hevði samtykt at lata eitt minnismerki, sum ein týðandi part av økinum.

Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndin, stovnaði ein arbeiðsbólk, sum síðan hevur arbeitt við uppgávuni. Arbeiðsbólkurin var mannaður við Signhild V. Johannesen, býráðslimi, Ingun Sørensen, avvarðandi, Eileen Matras, Treysti og Fríðu Næs, Klaksvíkar kommuna.

Til hátíðarløtuna í gjár bjóðaði Jóhanna Christiansen vælkomin. Hon hugleiddi um tær stóru ætlanirnar, sum Gutti hevði, og lovaði at halda allar avtalurnar, sum hon hevði gjørt við Gutta stutt fyri hann andaðist. Jóhanna og Gutti gingu í sama flokki í fólkaskúlanum, og fortaldi hon eisini um góð minnir frá tí tíðini.

Eftir at Kamilla Sørensen, dóttir Gutta og Ingun, hevði avdúkað minnismerkið, greiddi Signhild V. Johannsen frá tonkunum aftanfyri hugskotið.

Signhild segði m.a., at hóast tað var sorgblítt og tungt at koma í gongd, so bleiv tað skjótt greitt, at minnismerkið skuldi lýsa Gutta sum ein, ið slóðaði fyri.

Gutti var ein lítillátin maður, og tí skuldi minnismerkið ikki vera stórt í vavi. Hann var ein brúgva-byggjari, og tí var eisini eitt ynski um, at grótið skuldi koma frá tunnlinum norð um fjall, og ikki minst var hann ein Liverpool fjeppari um ein háls.

Øll sum hava fylgt “Treysta” leiðini hjá Gutta vita, at hann hevur slitið sínar skógvar fyri felagið, og tað myndar minnismerkið væl. Hansara yndis par hevur Skulpturstøberiet í Svendborg bronsað, og Grótvirkið í Skopum hevur gjørt arbeiðið í tøttum samstarvi við arbeiðsbólkin.

Áðrenn boðið var til kaffi spældi Andras Sólstein, “You`ll Never Walk Alone”, sum eisini er merkt í minnismerkið.

Æra veri minnið um Guttorm Sørensen, sála.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo