Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fitt av fólki høvdu leitað sær á Kongabrúnna í dag, tá minnismerkið um fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum fyri 100 árum síðani, varð avdúkað av borgarstjóranum Heðini Mortensen.

Havnar hornorkestur setti sum altíð sín serliga dám á løtuni, og fólk fingu møguleika at síggja teir nógvu snotiligu veteranbilarnir.

Í sambandi við avdúkingina, var eisini elsti bilur í Føroyum, komin til Havnar úr Vágunum.

Eirikur Lindenskov, sum hevur serligan áhuga fyri bilum, greiddi í røðu síni frá søguni um fyrsta bilin og hugleiddi um, hvussu stóran týdning bilurin hevur havt í menningini av føroyska samfelagnum.

Stjórin á Ford Danmark, Frank Skjærbæk Pedersen bar fram eina heilsu, har hann takkaði føroyingum og Wenzel fyri gott og gevandi samstarv.

Áðrenn minnismerkið varð avdúkað, segði borgarstjórin eisini nøkur orð. Heðin Mortensen segði m.a.:

“Kongabrúgvin, Havnin og føroyska samfelagið eru broytt munandi síðani dagin, tá fyrsti bilurin kom á land her.

Tænastu- og livistøðið eru sum heild munandi hækkaði – tíbetur.

Bilurin og undangongumenn - sum eitt nú Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen hava havt stóran týdning í hesi menning.

Tí hava vit allar góðar orsøkir at hátíðarhalda, at tað nú eru 100 ár síðani, vit fingu fyrsta bilin til Havnar.

Í dag hava vit ilt við at ímynda okkum ein gerandisdag uttan bil og ferðslu.

Samstundis vita vit eisini øll, at veðurlagsbroytingar eru ein stór avbjóðing fyri allan heimin.

Tað er tí umráðandi, at vit øll, politikarar, borgarar og bilfyritøkur gera okkara til, at bilferðslan framyvir gerst grønari.”

Minnismerkið stendur á sjálvum bryggjukantinum á Kongabrúnni.

Á minnismerkinum verður á føroyskum og enskum greitt frá, at tað var her, fyrsti bilurin í Føroyum kom á land tann 6. mai í 1922.

Tað er fyritøkan Innspark, sum hevur leverað minnismerkið og kommunala verkstaðið á Hjalla hevur staðið fyri klárgering av økinum og uppsetan av minnismerkinum.

Eirkur Lindenskov og Magnus Gunnarson, sum hava serligan áhuga, og ikki minst holla vitan um bilar og bilasøgu, hava veitt ráðgeving í sambandi við, at minnismerkið er framleitt.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo