

Tað er ikki lætt at vera valevni fyri ein triðja flokk, men kortini eru tað minst 1.218 onnur enn Donald Trump og Joe Biden sum ætla sær at vera forseti í USA. Tey hava stillað upp til valið, og sambært amerikanskum miðlum hava minst 7 teirra megnað at vera á atkvøðuseðlinum í meira enn 10 statum.
Tey hava sjálvandi ongan tjans at verða vald.
Ein teirra er litti ríkmaðurin Kanye West, sum stillar upp fyri The Birthday Party, og ímillum hansara hjartamál eru trúarfrælsi og bøn í øllum amerikanskum skúlum.
Eitt annað valevni er Jo Jorgensen, sum hevur danskar røtur. Hon fær sambært meiningarkanningum 2% av atkvøðunum og eitt triðja valevni, Howie Hawkins, sum sigur seg vera anarkist og kommunist fær eitt prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo