Ein herur av gravimaskinum og sleipibátum arbeiða allan sólarringin við at fáa risastóra bingjuskipið Ever Given frá felagnum Evergreen leyst aftur, eftir at tað mikudagin kílaði seg fast í Suesveitini.
Minst 140 skip bíða eftir at sleppa ígjøgnum veitina, og ímeðan bløðir vinnan 2,5 milliardir krónur um tíman, skrivar Lloyd's List.
Vanliga sigla eini 50 skip ígjøgnum veitina, og tá tað ikki ber til, noyðast tey at bíða ella sigla suður um Afrika. Báðir møguleikarnir kosta pengar.
- Hetta merkir eitt nú, at trotið á bingjum gerst enn størri, og at farmaprísirnir hækka enn meira. Nú veldst alt um, hvussu leingi støðan stendur við, sigur Layland Barker , sum er stjórin í Titan Containers, sum leigar út bingjur til flutning og gloymslu.
Umleið 12% av øllum handilsfarmi fer gjøgnum Suesveitina, sum er 162 kilometrar long og góðar 300 metrar breið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo