

Russiska verjumálaráðið gevur nú fartelefonum skuldina fyri, at í minsta lagi 89 russiskir hermenn lótu lív undir einum ukrainskum álopi í býnum Makijivka um vikuskiftið.
Hetta skrivar Reuters.
Í fyrsta umfari søgdu russar, at 63 av teirra monnum vóru falnir í álopinum, men nú er hetta talið rættað til 89.
Ukrainar í sínum lagi vilja vera við, at upp ímóti 400 russar lótu lív í álopinum.
Russiska verjumálaráðið sigur, at álopið kundi lata seg gera, tí at russiskir hermenn uttan loyvi brúktu sínar telefonir ov nógv og ov nær við vápnini hjá fíggindanum.
Býurin Makijivka liggur í landslutinum Donetsk har eysturi í landinum. Býurin hevur verið undir prorussiskum ræði hesi síðstu árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo