Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hoyra millum litið og einki um, hví valevnini bjóða seg fram, annað enn tað undirskilta, at tey vilja veljast.

Hetta er stórt spell, tí umboðsráðið hevur prinsipielt stóra ábyrgd og stórt vald.

Tey, sum duga væl at reka, hava góðan kjans at verða vald, við ella uttan at greiða frá sínum dygdum og ætlanum. Av tí at raksturin mest er í tí privata, t.d. við telduposti, sms, telefon og facebook boðum, so vita ymsu valevnini ikki rættiliga, hvat tey eru upp ímóti.

“Eg sigi fyri meg, at tað kemur ikki uppá tal at velja eitt valevni, sum ikki sigur mær, hví viðkomandi stillar upp, hvat hann ella hon ætlar sær at brúka sessin til, hvørjar førleikar, royndir og tankar viðkomandi kann koma við til umboðsráðið og í øðrum lagi eisini nevndina. Til tað er uppgávan alt ov týdningarmikil og álvarslig.

Eg vil sum tryggingartakari stutt sagt hava, at valevnini hugsa um meg, heldur enn at eg skal hugsa um tey.”

Vallyftir ynskjast
Tað eru omanfyri 22.000 atkvøður tøkar til hetta valið. Tað er ein sera stórur partur av Føroya fólki, sum kann velja. Flestu hava lítið innlit í, hvat hetta valið snýr seg um og eru ikki serliga motiverað at brúka sína atkvøðu.

Eg haldi, at miðlanir kundu sett valevnunum spurningin, hvat tey vilja arbeiða fyri, um tey verða vald.

Tey kundu t.d. øll fingið møguleikan at sagt hetta í stuttum, eitt nú 100 orð skrivliga ella 1 1/2 minuttir í loftmiðlunum. Eisini kundi Tryggingarfelagið bjóðað valevnunum at lagt hesi somu 100 orðini á síðuna, har mynd og bústaðarupplýsingar eru um valevnini.

Hetta hevði uttan iva kveikt kjak millum valevnini og við veljararnar aftaná. Tað hevði givið okkum veljarum veruligan møguleika at meta um, hvør er skikkaður at fáa okkara atkvøðu. Annars er vandi fyri, at tey flestu onga meining hava og lata vera við at atkvøða ella lata atkvøðuna til tann fyrsta, sum biður um hana.

Hví hevur valið týdning
Umboðsráðið er evsta leiðsla fyri einum ovurstórum aktøri í føroyska fíggjarheiminum. Umboðsráðið velur millum sín limir í nevndina, sum stjórnar Betri samtakinum. Nevndin setur stjórnina og setur somuleiðis út í kortið yvirskipaða virksemi í Betri. Høvuðsfeløgini í samtakinum eru Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri banki (70%), umframt smærri feløg. Samanlagt hava hesi feløg um 300 starvsfólk í starvi.

Hvat ger tú so við tína atkvøðu í september?
Valið er í gongd og seinasta freist at avgreiða atkvøðu er 28. september.

Tú hevur helst fingið, ella fær, fleiri áheitanir frá valevnum, um at velja seg – minst tá til at spyrja :

“Hví skal skal eg velja júst teg ?” 
“Hvat stendur tú fyri ?”
“Hvussu vil tú umboða meg ?”
“Hvat heldur tú um pening og makt ?”
“Hvat við nepotismu (at nekta vinir kenningar) ?”

Vel fólk inn, ið hava dirvið og viljan til at siga frá.

Her eru valevnini til umboðsráði :

  1) Benjamin Miné Midjord, Hoyvík

  2) Dánjal Petur Nielsen, Tórshavn

  3) Finngerð Djurhuus Olsen, Tórshavn

  4) Guðrun Poulsen, Argir

  5) Hallur Thomsen, Argir

  6) Jákup Egholm Hansen, Argir

  7) Johann Behrens, Tórshavn

  8) Jutta Helgadóttir, Tórshavn

  9) Magnus Pauli West, Vágur

10) Marni Abrahamsen, Argir

11) Mortan Simonsen, Argir

12) Oddur Árnason Højgaard, Norðoyri

13) Sjúrður Hammer, Tórshavn

14) Súni í Hjøllum, Toftir

15) Uni Danielsen, Hoyvík

16) Høgni í Stórustovu, Tórshavn

17) Dávur Reinert Petersen, Saltnes

18) Hanus Toftheyggj, Hvalba

19) Jens Johan Dam, Tórshavn

20) Karl Leonsson, Argir

21) Niels Olaf Eyvindsson, Sandvík

22) Arni Djurhuus Brattaberg, Vágur

VEL OPINLEIKA - Gott Umboðsráðsval

Andrass Skaalum
Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.
(Eg standi ikki fyri vali hesaferð)
Tórshavn, tann 14. september 2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo