Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á heysti 2019 fekk ein lesandi á Fróðskaparsetri Føroya boð um, at viðkomandi vegna brek ikki slapp at halda á fram við útbúgvingini. Noktað var tí lesandi at fara upp til aðru og møguligu triðju próvtøkuhøvi eftir ikki at hava staðið lærugreinina fyrstu ferð.

Fyrst var grundgevingin manglandi fakligir førleikar, men seinni var grundgevingin broytt til, at tað var brekið, ið var orsøkin.

Málið varð í juli 2020 kært til Uttanríkis- og Mentamálaráðið, ið viðgjørdi málið og heitti á Javnstøðunevndina, grundað á løgtingslóg nr. 63 frá 26. juni 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki, at koma við síni avgerð, ið kom í oktober 2021. Í desember 2021 fekk kærarin frá UMMR endaligt viðhald í kæruni:

„Vísandi til metingina… ógildar Uttanríkis- og mentamálaráðið avgerðina hjá Fróðskaparsetri Føroya um at nokta tær nýggja próvtøku.”

Einki alment hevur síðani verið at hoyrt um avgerðina.

Sambært almenna innlitinum, sum MEGD hevur fingið í málið, vóru ymisk atlit umrødd. Ein høvuðsspurningur var, um Fróðskaparsetur Føroya í nóg stóran mun hevði tillagað karmar og umstøður í útbúgvingini soleiðis, at hin lesandi kundi luttaka á jøvnum føti við onnur.

Fróðskaparsetur Føroya hevði tillagað umstøðurnar í ávísan mun og helt tað vara nøktandi. Hin lesandi vildi hinvegin vera við, at um umstøðurnar í roynd og veru vóru nøktandi, hevði brekið ikki verið ein forðing fyri at staðið útbúgvingina.

Fróðskaparsetur Føroya metti, at sakligar orsøkir lógu til grundar fyri, at hin lesandi ikki slapp at halda fram við útbúgvingini. Hetta kenna vit frá øðrum útbúgvingum, at eitt nú kunnu flogskiparar og skipsførarar ikki vera litblindir. Tó verður ikki víst til líknandi atlit í sambandi við sjúkrarøktarfrøði.

Lógin um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki staðfestir, at „eftir hesi lóg er mismunur allur beinleiðis ella óbeinleiðis mismunur orsakað av breki”. Við hesum máli verður tí staðfest, at mismunur vegna brek eisini er ólógligur á útbúgvingarøkinum.

Samanumtikið fegnast MEGD um avgerðina, ið er slóðbrótandi, og at hin lesandi fekk viðhald. Hervið er staðfest, at útbúgvingarstovnar, eins og arbeiðsgevarar, hava lógarbundna skyldu at tillaga umstøður og karmar soleiðis, at borgarar við breki kunnu luttaka á javnbjóðis føti við onnur og fáa somu rímiligu møguleikar at standa próvtøkurnar.

MEGD vónar, at útbúgvingarstovnar í framtíðini fara at fáa nøktandi ráðgeving og fíggjarliga orku at gera rímiligar og neyðugar tillagingar, tá ið tær gerast neyðugar. Eisini er neyðugt, at viðkomandi partar, ið arbeiða við rættindum, verða styrktir í at viðgera slíkar kærur á brekøkinum.    

MEGD harmast um drúgvu viðgerðartíðina, og ynskiligt hevði verið við skjótari og almennari kunning um niðurstøðuna saman við kunning um, hvørjir kærumøguleikar fólk, ið eru fyri mismuni vegna brek, hava.

Borgarar, ið bera brek, hava í fleiri førum lógartryggjað rættindi, og tí er avgerandi, at tað bæði fíggjarliga og persónliga gerst lættari og meira gjøgnumskygt at gagnnýta hesi.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo