Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Dugliga verður prátað um folksins ogn, og um hvussu henda góða ogn skal rinda meira í landskassan.

Í løtuni gevur onkur vinna avkast. Tann parturin, sum ikki gevur nakað serligt, har stendur tað frítt fyri øllum at koma uppí part og venda gongdini. Soleiðis hava føroyingar altíð gjørt.

Í stórum parti av flotanum fáa skipini ikki so frætt sum føroyska manning, og mugu tískil uttanlands eftir manning fyri at skipini í heila tiki skulu loysa. So stórur er hugurin at fáa hendur á “folksins ogn”. Sama ogn skal gjalda enn meira í avgjøldum. At nakar orkar at fáast við fiskivinnu nú eftir hondini, tað er mær ein gáta. Grammast at ræna hesu vinnu, eru enn somu fólk, sum onga løn høvdu fingið, um ikki henda góða vinna hevði sítt virksemi.

Skil tað, hvør skilja vil.

X við A

Frits Strøm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo