Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Posta vil hava stór tøl, nógv at bera út, Miðlahúsið vil hava stór tøl, fyri at fáa lýsingar, og prentsmiðjan vil hava stór tøl, stórt upplag at prenta, men hvussu stór eru veruligu tølini?

47 prosent av teimum 1000, sum hava sagt sína hugsan í spurnarkanning á VP siga, at allir tunlar skulu hava bummgjald

VP hevur lagt nýggja spurnarkanning út, har spurt verður, um allir tunlar skulu hava bummgjald

”Útvarpið hevur fingið váttað frá embætisverkinum í Fiskimálaráðnum, at einki av stóru reiðaríunum noyðist at minka um virksemið tá, ella um lógin kemur í gildi næsta ár”, segði Kringvarpið 9. mars í sambandi við at fimm fakfeløg óttaðust avleiðingarnar

Álítandi keldur vilja vera við, at fyri at temja teir báðar Kristin Michelsen og Bjarna Hammer, er ætlanin at lata Varðanum tey bæði aliloyvini, sum landið ræður yvir í Suðuroy

Í nýggjastu spurnarkanningini á VP, fáa Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin so stóra undirtøku, at flokkarnir báðir høvdu fingið skipað samgongu. Tilsamans fáa teir 62 prosent av teimum 2284 sum hava valt

VP hevur spurnarkanning, sum spyr hvønn flokk tú hevði valt, um val var í dag

63 prosent siga seg ikki taka undir við fiskivinnu nýskipanar uppskotinum hjá samgonguni av teimum 2324, sum hava svarað higartil í spurnarkanningini á VP

Tekur tú undir við uppskotinum hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan? er nýggi spurningurin á VP

Útvarpið átti at skamma seg eftir at hava viðgjørt eitt skriv frá fakfeløgunum í Klaksvík í tíðindasending klokkan 18 hóskvøldið. At nevna hvør sent skrivið hevur og so at pensla tað út fleiri ferðir, er sera óvirðiligt og ljótt

Føroyskir journalistar, serliga onkur sum hevur stillað upp fyri Tjóðveldi, kalla semingsroyndina í gjárkvøldið hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, fyri "konstruktivan journalistikk"

Í kjakinum í kvøld í Kringvarpinum var eingin kritiskur spurningur ella spurnartekin sett við, hvat árin uppskotið hjá samgonguni fer at fáa á inntøkugrundarlagið sum tað er í dag, men Bárður skuldi standa skúlarætt

Borgarligi vongurin hevur funnist at reyðu linjuni hjá Kringvarpinum, men tað hevur Kringvarpið gjørt nakað við á nýggju heimasíðuni, har útjavnað verður við borgarliga og kula bláa litinum, um ikki annað

Mentanarnevndin í løgtinginum heldur, at stuðulin skal brúkast á redaktiónini og ikki til el, hita, húsaleigu og annan vanligan rakstur

Í KVF í gjárkvøldið segði formaðurin í Sambandsflokkinum, at flokkurin ikki kundi góðtaka at øll fiskirættindi skuldu útlutast á uppboðssølu. Tí náddu samráðingarnar við samgonguna ikki á mál

Reiðarin og umboðið fyri partrolarar, Dánjal í Skálum, samanbar búskaparfrøðingar við køstaflugu á pallborðsfundinum í Klaksvík í gjárkvøldið

Tá ið teir 9 í pallborðinum í Klaksvík í kvøld fingu seinasta møguleikan at geva fiskiráðharranum eini ráð við aftur til Havnar, var boðskapurin greiður frá øllum, eisini Kristian Martin Rasmussen: Eingin uppboðssøla

Niðurstøða: Vit fáa onga fiskivinnunýskipan 1. januar 2018. Tað mesta sum kann henda er, at verandi skipan verður longd fyribils, nakað sum verandi lóg eisini leggur upp til, við tað at verandi loyvir kunnu endurnýggjast í upp til 5 ár

51 prosent ella 843 av 1644 halda ikki at Sambandsflokkurin skal bjarga samgonguni í sambandi við eitt uppskot um nýggja fiskivinnuskipan

Amboðini at gera kanningar við hava ongantíð verið so góð sum í dag, og serliga er tað Facebook sum sigur okkum, hvat lesarin dámar og ikki dámar. Sólskinssøgur fáa ikki nógv likes á IN.FO og KVF

- Tað ljóðar næstan sum ein joke. Tjóðveldi og Sambandið eru við at gera eina semju um fiskivinnupolitikkin

Hvussu kunnu vit vita, um Kringvarpið er gott?

Vestmanna Fiskavirkið hevur fingið 2.100 tons av samlaðu kvotuni til vinnuligar royndir. Einki annað virkið hevur fingið eina kvotu. Kvotan hjá Vestmanna Fiskavirkið er latin beinleiðis til Fram

Heiðursgáva Landsins er í kvøld latin Steinprenti, sum er ein grafiskur verkstaður, og tað letur upp fyri møguleikanum, at til dømis eisini skip, motorar og gravmaskinur - ikki minst - kunnu fáa hesa heiðursgávu

Sambært Kringvarpinum merkir enska orðið "dishonest" á føroyskum "óálitandi", men tað ger tað ikki, tí tað merkir at vera "óreiðiligur" ella "óærligur", so Trump hevði rætt - fjølmiðlarnir eru óreiðiligir

- Hvussu ber tað til, at vit lata redigeringsrættin frá okkum, tá talan er um andaligt tilfar? Hví seta vit ikki somu krøv til hesar sendingar, sum vit seta til aðrar sendingar í Kringvarpinum?

Tað eru fleiri politikarar og vinnulívsmenn, sum seta spurning við, um fiskimálaráðharrin veit, hvat hann ætlar, og eisini verður spurt um allir samgongulimir taka undir við ætlanunum hjá fiskimálaráðharranum

Og tá er neyðugt at endurtaka tær fleiri ferðir

Nú vit tosa so nógv um bummgjøld, og hvat vit vilja finna okkum í, er kanska áhugavert at hoyra, hvat onnur noyðast at góðtaka

Tað er eingin sum hindrar pappírinum at fara til arbeiðis, tað er bara at fara í gongd Georg L Petersen. Alt liggur víðopið at grópa í

KVF gjørdi nógv burturúr í heyst at íslendingar umhugsaðu at royna føroysku uppboðssøluna av fiskirættindum. Vit hoyrdu í KVF, at føroyskir politikarar fóru kropp á kropp til Íslands at greiða frá føroysku uppboðssøluni uppundir valið í Íslandi

Tað mugu vera greiðari reglur fyri, nær samferðslan til útoyggj steðgar vegna vánalig líkindi

62 prosent, ella 1249 av tilsamans 2003, siga "ja, sjálvandi" til spurningin hjá VP, um øl og vín skal í handlarnar. 618 siga "ikki talan um"

Av teimum 768 sum higartil hava sagt sína hugsan viðvíkjandi spurninginum um øl og vín skal í handlarnar, hava 62 prosent svarað, at tað eigur tað

Í kvøld skipar Ung fyri Miðflokkin fyri einum almennum tiltaki í Perluni, ið snýr seg um hvørt rúsdrekka skal kunna koma út í handlarnar ella ikki

- Er tað ikki sjálvsagt, at nýggja skipið Hoyvík hjá Pf. Thor fer at fiska, nú tað er komið til landið ella hvat heldur Kringvarpið skipið skal gera?

- Vit skilja á lagnum, at enn er ongin semja funnin frammanundan fundinum fríggjadagin, um hvør skal stýra foreiningini hjá teimum 29 kommununum í landinum tey næstu 4 árini

Lánveitarin hevur givið P/F Eystur- og Sandoyartunlar góðar treytir í sambandi við at gera Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, men tær eru bert givnar so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark

Uppskotið um miðlastuðul er í síðstu løtu komið aftur í Løgtingið. Men uppskotið tryggjar framvegis ikki, at føroyingar fáa betri miðlar

- Tjóðveldi hevði fyri nógvum árum síðani í síni valskrá, at ein ferðavinnuskúli skuldi stovnast í Vágum, og nú er tíðin komin, at henda verkætlanin eigur at gerast veruleiki. At skúlin verður bygdur í Vágum er upplagt

Tað man vera beiskt hjá einum føroyskum skattgjaldara at góðtaka, at hann skuldi av við 3.000 krónur fyri ein einvegis ferðaseðil, sum hann noyddist at keypa í skundi, tá nógv pláss samstundis vístu seg at vera tóm í flúgvaranum

Ynskir tú oljukraftverk á Sundi ella grønt vind- og pumpukraftverk í Vestmanna? er nýggi spurningurin á VP

- Eigur miðlastuðulin ikki at fara til journalistisk arbeiðspláss heldur enn hita, el og aðrar vanligar rakstrarútreiðslur, sum øll privat vinnuvirki hava?

Landsstýrið roynir seg enn einaferð við uppskoti um stuðul til privatu føroysku miðlarnar. Vit spyrja um stuðulin ikki eigur at fara til journalistisk arbeiðspláss heldur enn hita, el og aðrar vanligar rakstrarútreiðslur, sum øll privat vinnuvirki hava

Annika Olsen helt seg helst vera skemtiliga, tá hon í sjónvarpinum stórlæandi tosaði um broyttan leiðslustíl við henni sum borgarstjóri, tí hon fór ikki at "ganga til jarðarferðir”. - Tað verður meira persónligt, segði komandi borgarstjórin

 

245.715 unikir brúkarar vitjaðu VP í vikuni 7. - 13. november. Tann besti dagurin var 9. november, dagurin eftir kommunuvalið, tá ið 50,388 unikir lesarar runt um í heiminum vóru á VP

Samgongan hevur ein trupulleika nú fleiri stórmál skulu atkvøðast ígjøgnum, men samgongan er helst ikki vís í, at hon hevur ein meiriluta

Eftir kommunuvalið hesaferð, sum fyrr eisini, er rumbul í onkrari kommunu av, at borgarstjóri sum gjørdi eitt kanónval, kortini ikki gjørdist borgarstjóri

VP hevur eina nýggja spurnarkanning, har spurt verður, hvør man fara at eiga borgarstjóran í Havnar kommunu í morgin. Føroyar eru á veg inn í eina nýggja tíð, sum onkur hevur kallað "powershopping"

Spurnarkanningin á VP vísti at eitt prosent er á muni millum Heðin Mortensen (27%), borgarstjóra, og ein av avbjóðarunum Kaj Leo Holm Johannesen (26%). Í hølinum á teimum báðum kemur Annika Olsen (23%)