At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Er tað loyvt at innkrevja P-tal í sambandi við stovnan av gjaldsavtalu?

Undir gomlu samgonguni spurdi blaðstjórin í Miðlahúsinum, hvussu nógvar umsóknir hann skuldi senda um miðlastuðul, men nú Rigmor hevur lagt uppskotið fram, nú behøvist blaðstjórin ikki at senda nakað

Tað vóru tíverri ikki tær stóru visjónirnar fyri ein framtíðar føroyskan miðlaheim, sum landsstýriskvinnan í mentamálum legði fyri dagin, tá tingið viðgjørdi hennara uppskot um privatan miðlastuðul

Í KVF kl. 18 í gjár slapp løgtingsformaðurin at staðfesta, at drúgva frágreiðingin í 2010 við heitinum “Frágreiðing um avgerðir at løggilda grannskoðarar” snúði seg um sjálvar løggildingarnar. Men hetta er skeivt

- Andstøðan var við orðunum hjá løgtingsformanninum drigin fram at áarbakkanum við hesum kravboðum: Drekk!

Nýggjársaftan er eitt ár síðani Kringvarpið kærdi fyrrverandi løgmann Kaj Leo Holm Johannesen og fyrrverandi fiskiráðharra Jacob Vestergaard til Umboðsmannin

- Jan Lamhauge var eisini til setanarsamrøðu, áðrenn hann fekk fyribilsstarv í KvF í september 2011. Tað framgongur ikki av skjalagoymsluni hjá KvF, men tað er mær váttað, at KvF søkti eftir fólki tá

Jan Lamhauge hevur gjørt seg kendan í Kringvarpi Føroya. Sambært leiðsluni fyri stovnin er tað eingin annar í Kringvarpinum sum dugur so væl at gera kritiskar sendingar sum hann

Tað ljóðar at løgtingið hevur eitt trupult mál liggjandi á láni. Skeiðið hjá umboðsmanninum gongur út við árslok. Tingið hevur tríggjar kostir í at velja

Norðlýsið skrivar í dag, at samgongan við einum smølum meiriluta ætlar at trumfa ígjøgnum, at verandi umboðsmaður skal halda fram sum løgtingins umboðsmaður

- Ongantíð áður hevur ein samgonga fingið so turt uppá frá vinnu og borgarum, sum reyða samgongan nú fær fyri tann ætlaða politikkin

Sambært spurnakanning á VP, so høvdu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin einsamallir fingið gjørt samgongu, og við 60 prosentum av veljarunum aftan fyri seg

VP hevur koyrt nýggja spurnakanning út, har spurt verður, hvønn flokk tú hevði valt, um val var nú

Búskaparráðið mælti fyri nøkrum árum síðani til, at Føroyar fingu eina kommunala útjavningarskipan. Nú er líkt til at vit fáa eina slíka skipan. Men hon er beint øvugt av tilmælinum frá búskaparligu serfrøðini

- Primera vinnan hjá bygdafrellinum skal bløða og skattast av bæði botn- mið- og topplinju og pengarnir skulu flytast til høvuðsstaðin. Tí onkur skal gjalda alsamt vaksandi og óeffektiva almenna bygnaðin

VP spyr í nýggjari spurnakanning, um loyvt skal vera at keypa sex í Føroyum, ella tað skal bannast

Kringvarpið er nú liðugt við herferðina móti fyrrverandi landsstýrismonnum í undanfarnu samgongu, men nú stundar fram til kommunuval, so nú er kannónin vend móti borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen

Nýggjársaftan er eitt ár síðani Kringvarpið kærdi fyrrverandi løgmann Kaj Leo Holm Johannesen og fyrrverandi fiskiráðharra Jacob Vestergaard til Umboðsmannin

Í næstu viku einaferð fer samgongan at almannakunngera allar rokningarnar til okkum føroyingar

- Eg skilji væl Eyðgunn Samuelsen at hon vil seta seg væl og virðiliga inn í sítt málsøki, var tað hvassasta sum hoyrdist frá fyrrverandi almannaráðkvinnuni í KVF-kjaki um fátækt í kvøld. Er Annika Olsen nú á veg í Javnaðarflokkin?

- So kom fyrsta umberingin frá samgonguni um, hví tey ikki vilja hjálpa teimum 500 børnunum, ið hava akuttan tørv á hjálp, skrivaði Eyðgunn Samuelsen í viðmerking á Facebook tann 9. mars 2015 - undan valinum

Internetið koyrur ikki sum tað eigur og vanliga plagdi í løtuni, og tí eru seinkingar í at fáa greinar út á VP. - Vit biðja viðskiftafólk okkara halda okkum til góðar

Av tilsamans 1652, sum hava svarað í spurnakanning á VP, siga 63 prosent, at tey ikki er nøgd við núverandi samgongu

Ein spurnakanning á VP um nøgdsemi millum veljaran við nýggju FEC-samgonguna vísur, at av teimum gott 1200 sum higartil hava svarað, siga 63 prosent seg vera ónøgd

Higartil siga 60% prosent av teimum tilsamans 444, sum hava atkvøtt, at tey eru ikki nøgd við sitandi samgongu

- Fyri 5 árum síðani avgjørdi løgtingið, uttan orðaskifti, at leingja starvstíðina hjá verandi umboðsmanni við fimm árum

Lagdar eru nakrar mappur út afturaft við myndum sum hava fylt VP hetta árið og so eisini onkur mappa frá fyrr av

Tá Kristina Háfoss legði uppskot til fíggjarlóg fyri løgtingið, gjørdi hon greitt, at fíggjarlógin fyri 2016 skal hava avlop, og lægru inntøkurnar skulu fáa skattalætta á nýggjárinum. Men tíðin er farin at ganga undan

Tað tekur sína tíð at byggja ein portal upp, og nú er myndasavnið eisini við at koma upp á pláss

Tað er at fegnast um, at ein føroysk fyritøka – SEV – er innstillað til norðurlendska heiðursløn í sambandi við sítt umhvørvisvinarliga virksemi

Neyðareggið av einum uppskoti um stuðul til privatu miðlarnar í Føroyum er tíbetur endaliga jarðað av landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum. Og tað eigur hon rós fyri

Endurspeglar driftin av heimasíðuni hjá Føroyskum Miðlafólkum, støðuna hjá føroyskum journalistum, so er skjótt at koma til niðurstøðuna, at standurin er syndarligur

Ert tú fyrrverandi býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, so ber ongan ótta fyri at títt navn verður nevnt í Kringvarpinum í sambandi við heimildarsvik

Hví verður fokus bert sett á fátæk undan jólum og undan løgtingsvali? Hava vit ikki fátæk fólk í Føroyum aðrar tíðir, til dømis um summarið, tá ið tey ríku fara út at ferðast?

- Nú frættist, at Bárður Nielsen verður komandi sambandshøvdingi, meðan Magni Laksáfoss verður bestimaður á sambandsbrúnni. Spurningurin er, hvagar gongur Sambandið nú?

- Formaðurin í HA, Hans Joensen, hevði hvassliga at Føroya Starvsmannafelag og landstýrinum fyri at dýpa og breiðka gjónna millum hægri og lægri lønt almenn starvsfólk

Síðani henda samgongan tók við eru trý ting hend higartil: Løgmaður fekk góðar 17000 meira um mánaðin í løn, javnaðar- og tjóðveldis borgarstjórar fingu dupulta løn, og í gjár fingu so útvald eina eyka lønarhækking, harímillum journalistarnir í Kringvarpinum

Hóast fólk finnast at Portal.fo, fyri at vera steindeyður og ljótur, so økist talið av vitjandi

Tað henda undurverk í Suðri, síðani oyggin fekk tríggjar javnaðarmenn á ting. Sambært málgagninum hjá Javnaðarflokkinum, so "fáa suðringar nú ein mánadag afturat"

Nær fer dómsnevndin at virða hetta rithøvundavirksemi, sum nær so nógvar lesarar við gerandismálum á gerandisføroyskum, mest sum hvønn dag í árinum?

- Autopilotur, misskiljing, skeiv avgerð, tikið í egnan barm, stórum trýsti, hóttanir vóru nøkur av afturvendandi orðunum í eini sera tómari samrøðu við Anniku Olsen, uttanflokka tingkvinna í farloyvi

Til lukku Bogi! Eingin hevur sum tú uppiborðið eina virðisløn at siga frá um havið og lívfrøði, men hvar eru úrslitini miðlað?

Í nýggjastu Gallup-kanningini fyri Føroysk Marknaðarfólk, so verður ikki spurt rætt

Ein søga fær ikki ligið fleiri minuttir úti á einum netmiðli, sum ikki heldur til í Havn, so hava Portal.fo og IN.fo stjolið søguna, og fær hon tí ikki livað sítt upprunaliga lív í frið

Kringvarpið fær ikki Anniku Olsen at svara, tí hon vil hava frið, sum hon hevur sagt Kringvarpinum, so nú fekk Kringvarpið ein stóran trupulleika. Men tað eru ráð fyri tí, vit ringja bara til pápan, ikki sannheit

- FEC-samgongan hevur koyrt høvuðsvinnuna í ein arbeiðsbólk, og eingin veit, hvussu komandi árið verður. Skal Høgni Hoydal føra politikkin hjá Vestergaard víðari næsta árið? Samgonguskjalið svarar ikki

Eftir einum døgni boðaðu øll trý landsstýrisumboðini hjá Javnaðarflokkinum frá skattahækking - skattahækking til Kringvarpið, Samhaldsfasta og Barsilsgrunnin

Í dag verða allar uppgávurnar hjá Landsbankanum røktar av øðrum og meira afturat fyri færri pengar, og nú ætlar nýggja samgongan at endurstovna Landsbankan

Ein eldur í einum tunli er ikki at spæla við. Eru Føroyar fyrireikaðar uppá avleiðingarnar, um Vágatunnilin varð stongdur í langa tíð. Hvussu skilagott var tað at taka burtur ferjulegurnar í Vestmanna og Oyrargjógv

- Eingin mikrofon verður stungin upp undir nøsina á nøkrum tingfólki í nýggju FEC-samgonguni, eingin stendur og bíðar uttanfyri nakrar dyr ella rennur aftaná nøkrum - fekk nú "óhefta" Kringvarpið sítt?