Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Nakrar av stuttligu lýsingunum av smádronginum Heðini eru komnar frá fólki, sum nú eru farin, men sum tá høvundarnir gingu húsagongd í Trongisvági greiddu frá hesum aktiva smádreinginum, sum í minsta lagi hevði ADHD ella DAMP

- Havnará. Omaná. Følsk á. Kunstig á

Hetta snýr seg hvørki um eftirløn ella arbeiðspláss men um barnsins besta

Tað er málið um ætlaðu byggingina hjá Gist & Vist í Fossdalsgjógv millum Velbastað og Syðradal, har tankin var at geva tvey stjórnaðu Michelinmatstovuni Koks innivist

- Stjórin á Dátueftirlitinum er býráðslimur í Runavík – enntá formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sum helst skal góðkenna staðseting av nýggja Dátueftirlitinum. Men hann hevur sambært sær sjálvum taðveitdenn onki við málið at gera

Sum fleiri helst hava lagt til merkis, so hevur vp.fo ikki verið frammi síðstu nátt, og er tað heldur ikki nógva staðni í morgun, tí ein sjálvvirkandi gjaldsskipan hjá nic.fo ikki hevur riggað sum hon skal

Tykist sum at nøkur hava fingið ilt í dintilin av, at Gøtusóparin við Ráðhúsið hvørki er gjørdur av kendum myndahøggara ella kostar fleiri miljónir

- Almennur stuðul til pillbýttar ætlanir, tænir ongum øðrum endamáli enn at fáa ilt í fólk

- Tað er tað onkur, ið meinar, millum annað blaðstjórin á Dimmalætting í sendingini um syrgiligu hendingina í Hvannasundi

- Verksmiðjutrolararnir, sum nú fiska í Barentshavinum, skulu í staðin fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Er nýggi fiskimálaráðharrin samdur við løgmanni og løgmansstjóranum?

- Eftir boðum frá Mette og Kofod fóru Bárður og Jenis strax undir at fyrireika handilskríggj ímóti Russlandi

- Er fyrrverandi KGB agenturin Vladimir Putin ein nýmótans útgáva av Adolf Hitler - við kjarnorkuvápnum, spyr fyrrverandi krígskorrespondenturin

- Úr snurpuperspektivinum er og verður høvuðsproblemið, at Uni hevur eina slintru heldur enn eina sprungu millum beinini

Gekkaverturin mátti taka sakina í egnar hendur í kvøld, tá teknikkurin sveik

Tað er ein háðan ímóti teimum avvarðandi hjá ofrunum, at norski hópdrápsmaðurin fær so nógva rúmd í almenna rúminum

- Alt bendir á, at Jørgen Niclasen enn einaferð verður krýndur sum keisari floksins á næsta landsfundinum, uttan mótvalevni

- Vit mugu ikki koma í ta støðu um nøkur ár, at vit mugu ásanna, at vit kundu gjørt nógv meira, enn vit gjørdu. At úrslitið ikki nýttist at blíva so ljótt, sum tað bleiv

- FAS skipanin treingir óivað til at endurskoðast, men tað ger KVF so avgjørt eisini

Allir miðlarnir í nýggju kanningini hjá Fróðskaparsetrinum hava fleiri plattformar, uttan Portalurin og VP, sum eru netmiðlar burturav

Vit kunnu ikki blíva við at stinga høvdið í sandin og halda, at tað sum vit gera rakar ongan

Tað er í veruleikanum púra óvanligt at seriøsir miðlar loyva kjaki undir greinunum

- Tá so dýrt og trupult verður at prenta er sjálvsagt, at tað minni verður til redaktionelt arbeiði, at foredla sjálvt innihaldið

- Sum ein avleiðing av, at danska fólkatingið í nøkur ár hevur ynskt Føroyum og føroyingum til lukku við flaggi og tjóðardegi - á skeivum degi - ynskja tjóðskaparligir føroyingar í dag danska ríkinum til lukku

Á midnátt í kvøld vísur Kringvarpið filmin Seinasti Skansin. Okkurt hevur bent á, at Kringvarpið er umleið har - við hin seinasta skansan

Uppskotið hjá Helga Abrahamsen um at tryggja ávísar samfelagsfunktiónir kemur alt ov seint

Landsstýrismaðurin man í seinastuni hava sannað, at tað er ikki sum at siga tað at hava meiningar sum bróta frá tí vanliga

- Einasta úrslit, sum kann standast av hesum ogureigasmyrol-holdninginum er, at onki hendir

Nakrar vikur eru farnar síðani sendingarnar ”Teir ómettiligu” hjá KVF vórðu sendar. Sendingarnar bygdu á tvinni uppáhald og illgitingar

- Einaferð var tað eitt hjálparfólk, sum hevði drúgvar royndir á ansingarøkinum. Tað fór til arbeiðis hvønn morgun, dugdi og elskaði sítt arbeiði. Hjálparfólkið arbeiddi eftir mong ár í starvinum púra sjálvstøðugt

- Eftir alt rumblið í Sjálvstýrinum í seinastuni, har ein floksformaður hevur limað seg úr egnum flokki, helst heimsmet, so verður tað neyvan ein norðingur, sum fær landsstýrissessin

- Forfylging, stigmatisering, avtalubrot, loyniupptøkur osfr. So upplivdu vit tað aftur

- Hví spurdi tíðindamaðurin ikki advokatin, um tað ikki eisini er uppgáva hjá Toll- og Skattaráð Føroya at taka málið upp?

Um satt er, sum hoyrdist í tinginum í gjár, so hava Føroyar fingið tilboð um at keypa 50.000 vaksinueindir av russisku Sputnik-vaksinuni

Tey bæði hernaðarflogførini sum skulu hava eftirlit norðanfyri og kring Føroyar, meðan bíðað verður eftir radaranum, eru nú komin til Føroya

Fishfacts hevur í dag gjørt avtalu við Space X um keyp av fimm sergjørdum fylgisveinum. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Endamálið er at gera tað lættari hjá skiparum og reiðarum at fylgja fiskiskapinum

Tað eydnaðist ikki at fá semju í lag ímillum línuskipini um at skipa fiskiskapin á Flemish Cap við eginkvotum

Sambært danska ferðaídnaðarblaðnum “Standby” kemur eitt av heimsins størstu sexikonum til Føroya á vitjan á páskum

- Tað er skjótt ein fær tað fatan, at føroyingar vilja fegnir hava grøna orku, men hon skal koma úr ongum

- Meðan allur heimurin gleðir seg til olympisku leikirnar í Japan í summar, fara Føroyar at skipa fyri sínum egnu olympisku leikum. Leikirnir verða fyriskipaðir av landsstýrinum, og er tað bara ein útvaldur bólkur, sum sleppur at luttaka

- Í gjár ljóðaði sum at nú var endiliga semja um Tjóðpallin. Mong fegnaðust – ikki minst mentamálaráðharrin og borgarstjórin. Men síðan eru mótmæli komin, bæði frá politikarum og onkrum granna

- Serliga ein persónur hevur verðið navngivin, hongdur út ferð eftir ferð og toygdur í hvørjari lykkju alment

- Var hann vilstur í innkomuvegnum, ella hvat?

- Um nakar ivast í, um Dennis Holm aftrat fulltíðarstarvinum sum borgarstjóri í Vági og alment fíggjaðu granskingini í sjálvfylgiligheitum, hevur havt annað at takast við, so verður nú avdúkað, at hann hevur bygt eitt bryggjarí í Vági

- Í Degi og Viku í kvøld øtast landsbankastjórin, at Landsbankin skal á fíggjarlógina. Hvat er hetta fyri arrogansa, erpni og frekleiki?

Nú landsstýrismaðurin skal gera nýggjar reglur fyri hvussu miðlastuðulin skal brúkast, kann hann hóskandi velja at hugsa í heilt øðrum banum

- Tað kunnu vera ovurmiklar, djúphugsnar hugaroyndir, ið birtast, tá rímsmiður við støðugari almennari høvundasamsýning ár undan ári, vaknar úr bjarnardvala, og eina løtu gloymir dustsúgvara, matgerð og avmáldu búkfylluna í dagliga húskallagerninginum

KVF hevur nógvar ”serfrøðingar” at trekkja uppá, tá ein ávís meining skal varpast út. Er talan um fíggjarstovnar fellur valið ofta á tann sama persónin

- So hendi tað aftur, uppgerðin fyri føðingar farna árið er komin. Aftur er kynsbýtið heilt forkert, tí í fjør vóru 366 dreingir føddir, men bara 309 gentur

- Viljanum bilar einki, men er førleikin nóg góður? Hóast tríggir ymsir journalistar skriva, so er sama orð brúkt hvørja ferð í yvirskriftini

- Petur Jacobsen var so bersøgin sjálvur at siga, hvat fólk fóru at sakna nú R7 útvarpið gevst: Tónleikin! Og tað sigur ikki so lítið um dygdina. Miðlastuðul til tónleik?