Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

VP spyr, um hetta er blaðmannavirksemi, sum tað almenna, tað vil siga Mentamálaráðið við Rigmor Dam á odda og eini fortíð á sama blað, heldur er vert at stuðla?

Hevur miðlastuðulsnevndin hildið seg til lógina tá hon býtti út?

Tað liggur á hjá arbeiðsgevarunum at tátta aftur posabandið sum losnaði nakað, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli

“Vit eru føroyingar, serstøk tjóð” yrkti Pól F, men er føroyingurin eisini serstakur, tá ið tað kemur til sjónvarps-interjuv?

Tað er ikki sannlíkt, at Sonja Jógvansdóttir fyrst atkvøður nei fyri at leingja givin veiði- og fiskiloyvi í tvey ár aftrat og síðan atkvøður ímóti uppskotinum um eina fiskivinnunýskipan

Tað er greitt, at ikki øll í núverandi samgongu eru so glað fyri samgongusamráðingarnar við Miðflokkin. Spurningurin er, um hetta er nóg mikið til at fáa samráðingarnar at detta niðurfyri

Í fjør metti Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, at samgongan rak ein skammleysan politikk, og at hon var farin í hernað ímóti Gudi. Nú samráðist hann við hana um eina nýggja samgongu

Á skránni hjá Kringvarpinum í kvøld er endursendingin "Stríðið um tey 10 prosentini", har millum annað Astrup segði kendu orðini: Erstatning for hvad?

Áhugin hjá KVF hevur ikki verið líka stórur at gera veljarakanningar nú, sum hann var undir undanfarnu samgongu

Sjálvandi skulu føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava eina ordiliga løn fyri sítt arbeiði

Rólant Waag Dam segði í DV í kvøld, at tølini hjá reiðaríunum vóru komin frá Hanusi Hansen, men hetta er skeivt. Tí skal hann rætta skeivu tíðindini

Í spurnakanningini á VP verður spurt, um vit skulu hava nýval, og tí taka 77 prosent av teimum 1283, sum hava svarað higartil, undir við

Samgongan telur 14 í onkrum stórmáli, 17 í øðrum málum, og so er sjálvt løgmaður farin at ivast í, um hann er stjórnarberandi ella ikki. Tað leikar á í samgonguni og hevur gjørt tað alla tíðina so gott sum

Hesin hátturin at mótmæla var nógv brúktur fyri nøkrum árum síðani, eitt nú í sambandi við flatskattin, men var ikki brúktur til dømis, tá ið grundupphæddin í fólkapensjónini var broytt

Í Kringvarpinum í gjár tosaði Høgni Hoydal um "kritikkleysar miðlar sum hava skeiklað orðaskiftið um fiskivinnuna", men her fær atfinnarin 23,44 minuttir

Høgni Hoydal, fiskiráðharri, finst at VP fyri at bera rong tíðindi, men VP byggir sína grein á svar frá landsstýrismanninum sjálvum. Her ber til at telja kunngerðirnar

- Herfyri reiggjaði Øssur Winthereig journalistur koyrilin og samanbar KVF við Pravda

- Næstseinasta leygardag vórðu virðislønir veittar journalistum á árliga ”FUJ graverdag”. Tað skemtiliga við kappingini hesaferð var, at skattamálið hjá Eik var innstillað til árliga graverprisen

Kringvarpið er nú vorðið so rúsað av skattamálinum hjá Eik, at stovnurin tykist ikki at hava eingang gonguvit. Stovnurin er nú so í ørviti av skattamálinum, at hann megnar heilt einfalt ikki at framleiða eitt sakligt innslag um hetta umstrídda mál

Tá ið tú bæði ert borgarstjóri og eisini løgtingslimur og floksformaður, so er skjótt at bland kemur í og tú kanst gerast mismæltur, tí tú ikki veitst hvar tú ert

Tað halda 73 prosent, ella 1126 av tilsamans 1543, sum hava svarað í seinastu spurnakanningini á VP, har spurt var, hvussu nógv størv eitt løgtingsfólk kann hava

Tað er ein greiður meiriluti av føroyingum sum halda, at tingfólk - eins og øll onnur - skulu bert hava eitt starv. Tingarbeiðið skal ikki verða eitt ískoytis-starv, siga 69 prosent av 760, sum hava sagt sína hugsan í spurnakanning á VP

Tá ið tingarbeiðið er so lítið týðandi, so tey flestu tingfólkini fáa havt annað og vællønt starv umframt, spyrja vit, hvat veljarin, sum bert orkar at hava eitt starv, heldur er eitt rímiligt mark fyri, hvussu nógv eitt so frábera dugnaligt løgtingsfólk fær havt - einki umframt, tvey, trý, fýra, fimm ella óavmarkað

64 prosent av teimum 1324 sum hava atkvøtt higartil siga, at tað skal fáa avleiðingar fyri ein politikara, um viðkomandi verður tikin fyri rúsdrekkakoyring

VP spyr í nýggjari spurnakanning, um tað skal fáa fylgjur fyri ein politikara, sum verður tikin fyri rúsdrekkakoyring, so hann sigur sínar politisku sessir frá sær

Hvønn er tað gott fyri, at vit í veruleikanum bara hava ein sterkan tíðindamiðil í Føroyum

1039 av teimum 1380 tilsamans, sum hava sagt sína hugsan í spurnarkanning á VP, siga, at KVF hevur einki at gera í Katalonia í sambandi við fólkaatkvøðuna um loysing

Mangan hevur verið funnist at Kringvarpinum, at tað ikki dekkar onkra hending her í Føroyum, ella onkran stóran dag hjá kongshúsinum í Danmark, men tá ið fólkaatkvøður eru um loysing, so er Kringvarpið beinanvegin á staðnum við fleiri fólkum

Norðlýsið 25. august: - Borgarstjórin í Klaksvík, sum vanliga er sera semjusøkjandi og í málinum um heilsuverkið hevur sýnt sera góðan samstarvsvilja, er vónsvikin og illur

Í fyrrdagin var yvirskriftin hjá Kringvarpinum á heimasíðuni, hvussu nógv Súni Schwartz Jacobsen fær í løn um mánaðin, og í dag er yvirskriftin, hvussu nógv hann fær um dagin. Í morgin verður helst nýggj yvirskrift við tímalønini hjá fráfarna stjóranum. Vit bíða ...

- Er stjórnaskipanin ikki orðað sum annað enn ein kunngerð um støddina á hítum? Ein ramsa av sjálvfylgjum í Facebook málburði?

Almennu Føroyar eiga heldur at spyrja seg sjálvar, um tað gevur nakra meining at sigla til útoyggjar við ongari havn og at kalla ongum fólki vetrarhálvuna

- Kjakverturin helt á at tosa um óheftu advokatkanningina hjá Bárði Larsen. Men henda advokatkanning er als ikki til. Ein advokatkanning skal sambært leiðreglum frá Danske Advokater lúka ávís góðskukrøv

VP hevur restina av brævinum, sum stjórin í TAKS, Eyðun Mørkøre, bað Liljuna Weihe, kjakvertur í Kringvarpinum, um at lesa, tá ið kjakverturin trilvaði seg fram í eini ússaligari prosess móti skattastjóranum. Men tað vildi kjakverturin ikki

Vinnan, fakfeløg, peningastovnar, reiðarar og fakkunnleikin eru ímóti at nýskipanin av fiskivinnuni verður framd eftir leistinum hjá sitandi samgongu, og sambært spurnarkanning á VP, so tekur føroyingurin - 63 prosent - heldur ikki undir við menningarkvotum

Tíbetur tók landsstýrismaðurin avgerð um at viðmæla skerdum túratali hjá SAS. Tað skuldi eisini bara mangla

Av teimum tilsamans 1297, sum higartil hava sagt sína hugsan í spurnarkanning á VP, siga 63 prosent ella 819, nei til menningarkvotur

Av teimum tilsamans 420, sum longu hava sagt sína hugsan í spurnarkanning á VP, siga 62 prosent ella 268, nei til menningarkvotur

Onkur reiðari kallar menningarkvotur fyri politiska útlutan, tá ið økir, sum fyrr hava átt og síðan selt, nú skulu hava kvotu aftur

Her er tíðarfest, hvussu nógva tíð, hvør lutakari fekk í tiltiknu reypirunduni í Kringvarpinum herfyri

- Landsstýrismálanevndin kemur til ta niðurstøðu, at “tá talan er um ein ófráboðaðan spurning, eigur atlit at takast til, at landsstýrismaðurin ikki hevur havt tíð at fyrireika seg.” Tað er so bara ein umbering fyri, at svarið ikki var rætt

Keldur, sum standa Tjóðveldi nær, vita í kvøld at siga, at málið við dupultmandatinum hjá Magna Arge, sum gongur beint ímóti vallyftum floksins, umsíðir hevur fingið ein enda

At samgongan verður tikin inn til eitt reypi-innslag í Kringvarpinum, er helst ongantíð hent í søguni hjá hesum stovni fyrr. Heldur ikki er tað hent at verturin stendur og krússar av, hvussu ófør ein samgonga hevur verið í hálvrunna skeiðinum

- Hvussu kann nakað tíðindafólk í KVF ditta sær at kritisera starvssetanir á øðrum almennum stovnum?

- Tað snýr seg um at vera inni/niðri í hitanum. Hava rættan politiskan lit. Teljast millum elituna. Vera kendur og síggja væl út - vera í pottinum

Í Danmark verður kynslívið hjá dønum kannað í hesum døgum og fáa einir 200.000 danskarar í aldrinum 15 til 89 ár spurningar tí viðvíkjandi. Orsøkin til kanningina er, at nýggj gransking vísur, at trupulleikar í kynslívinum kunnu vera fyrsta tekin um millum annað lívsstílssjúkur

54 prosent av teimum sum hava svarað, siga nei til at javnseta stjórnarskipanina við donsku grundlógina

VP spyr: I yvirtøkulógini millum Føroyar og Danmark stendur orðarætt, at: "Henda lóg hevur støði í sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar." Eigur ikki tað sama at vera galdandi millum føroysku stjórnarskipanina og donsku grundlógina?

 

- Sjáldan man orðið "takk" hava verið nevnt so ofta í løgtinginum sum í dag, tá fiskidagarnir vórðu endaliga samtyktir, skrivar Kringvarpið, og hevur lagt brot út við tónleikinum frá barnasanginum "Vit takka úti, vit takka heima"

Av teimum 1250 sum hava svarað í spurnarkanningini á VP, siga 34 prosent seg halda summarfrí heima við hús. 17 prosent siga seg fara uttanlands