Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Tele-deildin, menn: Leygardagin spæla oddaliðini í Føroya Tele-deildini hjá monnum avgerandi dyst um hvør teirra sleppur at spæla á heimavølli í fyrra FM-finaludystinum teirra millum. Reglurnar eru, at tað liðið, sum er nr. 1, tá landskappingin er lokin, hevur heimadyst í fyrru FM-finaluni. Seinna finalan er ásett at vera spæld í Havn leygardagin 29. apríl. Fyrra finalan verður spæld í somu viku.   

Vinnur Mjølnir sær trý stig leygardagin, so eru bert evarska smáir matematiskir møguleikar fyri, at Fleyr kann taka fyrstaplássið.

Vinnur Fleyr hinvegin trý stig, so skal havnarliðið framvegis hava hjálp frá SÍ, ÍF ella Ternuni, skal Mjølnir ikki taka fyrstaplássið.

Heimavøllurin í fyrru FM-finaluni kann vísa seg at gerast sera avgerandi fyri føroyameistaraheitið, tí  síðani farið varð undir at spæla FM-finalur í 2010, er tað ongantíð komið fyri, at tað liðið, sum hevur vunnið fyrsta finaludystin, ikki er vorðið føroyameistari.  

Spældar verða tvær finalur. Tað liðið, sum vinnur tveir dystir, verður føroyameistari. Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settini enda – so verður meistaraheitið avgjørt við einum sonevndum gullsetti upp í 15.

Støðan í Føroya Tele-deildini hjá monnum

Lið          Dystir / Stig / (Settmunur)
Mjølnir    12    /  30    /     (23)
Fleyr        13    /  30    /     (18)
SÍ              13    /  23    /     (7)
ÍF              13    /  11    /   (-14)
Ternan     13   /     2    /   (-35)

Liðini spæla 16 dystir

Dysturin verður stroymdur í Televarpinum á https://sg.tv.fo/ras/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo