Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Á flogbóltsgalla 2023, sum verður leygarkvøldið kl. 17.00, verður avgjørt hvørjir vóru bestu leikararnir í mannsflogbólti í 2022-2023. Tilnevningarnar eru nú liðnar og Føroyameistararnir Mjølnir hava tær flestu, ímeðan bronsuvinnararnir, SÍ, hava næstflest.

Fyri Mjølnir eru tað serliga teir meira rutineraðu leikararnir sum Thorvald Danielsen, Christian Imhoff, Jóhan Arni Elisson Want og Páll Heðin í Grund sum ganga aftur. Men Mjølnir hevur tó eisini eina tilnevning til ársins stjørnuskot við tilnevningini av Ólavi Johannesen.

Hjá SÍ eru tað teir ungu og evnaríku leikararnir, sum eru tilnevndir við Bjarna Joensen, Tóka í Haraldstovu og Silas Poulsen á odda. Sjálvsagt er fráfarandi venjarin Rajko Petrovich eisini í uppskoti til ársins venjara.

Av tilnevningum kunnu nevnast, at sum ársins verjuleikarar eru Silas Poulsen, SÍ, Símun Hoydal Poulsen, Mjølnir og Tórður Paulason, Fleyr, tilnevndir

Sum besti hevarai, eru Julian Vest Niclasen, SÍ, Oleksandr Dmytriiev, ÍF, og Thorvald Danielsen, Mjølnir, tilnevndir

Sum besti blokkleikari, eru Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir, Páll Heðin í Grund, Mjølnir, og Tóki í Haraldstovu, SÍ, tilnevndir

Til ársins álopsleikara eru Bjarni Joensen, SÍ, Christian Imhoff, Mjølnir, og Phil Freere, Fleyr, tilnevndir

Til ársins stjørnuskot eru Ólavur Johannesen, Mjølnir, Silas Poulsen, SÍ og Tóki í Haraldstovu, SÍ, tilnevndir

Til ársins leikara eru Bjarni Joensen, SÍ, Christian Imhoff, Mjølnir og Thorvald Danielsen Mjølnir, tilnevndir

Tiltakið, har ársins leikarar verða valdir verður víst beinleiðis í Televarpinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo