Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Prísvøksturin seinasta árið hevur ávirkað smásøluna í Føroyum. 3. ársfjórðing 2021 til 3. ársfjórðing í fjør minkaði selda mongdin fyri vørubólkin ‘matur og alkoholfríar drykkjuvørur’ 9 %. Fyri ávikavist ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’ og ‘klædnavørur og fótbúnað’ minkaði selda mongdin 13 og 15 %.

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri 3. ársfjórðing í fjør. Tølini eru býtt á vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Hagstova Føroya hevur áður borið tíðindi um, at frá 3. ársfjórðingi 2021 til 3. ársfjórðing í fjør vaks brúkaraprístalið 8,8%. Hetta er størsti árligi prísvøkstur í 40 ár. Prísvøkstur hevur stóra ávirkan á keypsorkuna hjá fólki og í Føroyum er onki undantak.

Prísir á 'mati og alkoholfríum drykkjuvørum' eru hækkaðir 10% frá 3. ársfjórðingi í 2021 til 3. ársfjórðing í fjør. Verður umsetningurin gjørdur upp í ársins prísum, er umsetningurin áleið tann sami 3. ársfjórðing í fjør sum 3. ársfjórðing 2021. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.v.s. mongdina av seldum vørum, kallað 'umsetningurin máldur í føstum prísum'. Umsetningurin máldur í føstum prísum á 'mati og alkoholfríum drykkjuvørum' var 9% lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið í 2021. Hetta vil siga, at hóast virðið á umsetninginum er tað sama, so er mongdin av seldum vørum lækkað 9%. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo