Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

So var limurin hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi aftur úti við rívuni.

Hann leggur Fólkaflokkin undir at tosa við tveimum tungum í samband við fiskivinnuavtaluna við Russland.

Sjúrður Skaale skrivar soleiðis:

”Fólkaflokkurin talar aftur við tveimum tungum og vil tekkjast øllum. Og tær ópopuleru avgerðirnar skulu takast av andstøðuni.

Slíkum dupultspæli eigur Javnaðarflokkurin ikki at finna seg í einaferð afturat.”

Er tað nakar sum dugur dupultspæl og at tosa við fleiri tungum, so er tað júst Sjúrður Skaale.

Kríggið í Ukraina byrjaði sum kunnugt í 2014, tá Russland leyp á Krim.

Hvat segði Sjúrður Skaale í 2014?

Jú, vit kunna fara inn á portalin In.fo tann 9. septembur 2014.

Tá skrivaði Sjúrður Skaale soleiðis:

”Í lagi at handla
Tað ber til at grundgeva fyri, at vit kortini kunnu halda fram við okkara handli við Russland.

Fyri tað fyrsta: Føroyar boykotta jú ikki Russland – og verða tí heldur ikki boykottaðar. Tað er einki brotsverk ikki at verða boykottaður. Og tað er einki brotsverk hjá tí, sum ikki er boykottaður, at halda fram at handla.

Fyri tað næsta: Høvdu vit boykottað, hevði tað rakt okkum nógv harðari enn onnur lond.

Fyri tað triðja: Mistu vit eisini russiska marknaðin, hevði prísurin í Europa fallið enn meir, enn hann longu er fallin. Tað hevði ikki bara rakt okkum, men eisini aðrar fiskaeksportørar.

Fyri tað fjórða: Heimurin er størri enn Europa og USA. Russland kann innflyta úr Asia og Suðuramerika. Eg var sjálvur í farnu viku á fundi við chilenskar myndugleikar, sum greitt siga, at teir fara at økja eksportin til Russlands so nógv sum gjørligt.

Fyri tað fimta – og týdningarmesta: Politiskt ber til at argumentera fyri, at vit halda politikk og diplomati fyri seg, og handil fyri seg. Fleiri lond hava sum prinsipp, at tey ikki tvinna hesi bæði saman.”

Soleiðis dugur ein sjónleikari sum Sjúrður at tosa við fleiri tungum og eisini við fleiri skortum.

Alt eftir hvørji støðu hann er í og alt eftir hvørjum hann vil tekkjast.

Leinki til greinina er her: www.in.fo/news-detail/kaj-leo-er-hentur-idiotur-hja-putin

Russland breyt allan fólkarætt, tá landið í 2014 leyp á Krim-hálvoynna.

Tá tosaði Sjúrður Skaale ikki um at sláa nakran manngarð um fólkaræði og mannarættindi.

Nei, tá segði Sjúrður Skaale, at vit skulu halda politikk og diplomati fyri seg, og handil fyri seg.

Hetta helt Sjúrður Skaale, hóast tað longu í 2014 var staðfest, at Russland hevði bumbað og slaktað mannalív í bæði Tjetjenia, Georgia og so seinni aftur í Sýria.

Í dag skrivar Sjúrður Skaale, at Javnaðarflokkurin og hann ikki finna seg í, at tosað verður við tveimum tungum.

Eg meini tað.

Nógv bendir á, at Javnaðarflokkurin og Sjúrður Skaale nú ætla at mæla til, at Føroyar steðga við øllum samstarvi við Russland á fiskivinnuøkinum. Hóast hetta - sum Sjúrður Skaale sjálvur skrivaði í 2014 - fer at raka okkum nógv harðari enn onnur lond.

Men hvat vil Javnaðarflokkurin í roynd og veru? Tað er ógvuliga trupult at finna út av tí.

Aksel V. Johannesen vil hava eina útrokning gjørda, av tí virði sum Føroyar lata russum afturfyri Barentshavið.

Fyri Javnaðarflokkin er tað sostatt peningavirði av samstarvinum, sum skal avgerða, hvørja støðu flokkurin hevur?

Aksel V. Johannesen sigur eisini, at vit skula ráðføra okkum við okkara grannalond og vesturheimin, áðrenn vit taka nakra støðu.

Altso hevur tað eftir øllum at døma ongan týdning fyri Javnaðarflokkin at taka atlit til føroysk áhugamál?

Eg standi spyrjandi, tí Javnaðarflokkurin tosar í fleiri tungum.

Annars kann eg upplýsa Sjúrður Skaale, at radaramálið er langt síðani loyst av hesi samgonguni, sum Fólkaflokkurin er ein partur av.

Fólkaflokkurin tók undir við radaramálinum.

Tí er tað beinleiðis ósatt, tá Sjúrður Skaale sigur, at Fólkaflokkurin var ímóti, at radarin bleiv settur upp.

Christian Andreasen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo