Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nógv móra hevur seinastu tíðina lagt seg í oyran uttanfyri Heljareygað, sum er áin ið er mark ímillum Vestmanna og Kvívík. Móran kemur av botninum í byrgingini hjá SEV í Heygadali í Vestmanna. Byrgingin hevur verið tóm í eina tíð, tí onkrar broytingar skulu gerast har, og tí rennur regnvatnið beint oman og tekur móruna á botninum við sær.

Móran ella moldin rennur oman óansæð, men júst nú kemur alt nógv meira konsentrerað, og tað hevur fallið nógvum í Vestmanna fyri bróstið, at vágin øll er brún av hesum tá tað regnar.

Atli Gregersen, stjóri í Luna, hevur upplýst fyri VP, at alifiskurin er fluttur longur út á vágna.

Bjørg á Rógv, borgarstjóri, hevur sagt, at hon er sera hørm um støðuna, og hevur víst á, at hetta ikki er fyrstuferð at henda støðan hevur tikið seg upp, tí SEV tømir byrgingarnar javnan.

Umhvørvisstovan hevur biðið SEV greitt nærri frá støðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo