Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fyri nakað síðani var Mortan Johannesen á floti í Nólsoyarfirði saman við danska krúnprinsinum, Fríðriki. Á myndini lærir hann krúnprinsin at blóðga nýveiddan tosk

Fyri nakað síðani var Mortan Johannesen á floti í Nólsoyarfirði saman við danska krúnprinsinum, Fríðriki. Á myndini lærir hann krúnprinsin at blóðga nýveiddan tosk

Fyri nakað síðani var Mortan Johannesen á floti í Nólsoyarfirði saman við danska krúnprinsinum, Fríðriki. Á myndini lærir hann krúnprinsin at blóðga nýveiddan tosk

Komandi leygardag verður skiparin Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi, 80 ár.

Mortan er føddur og uppvaksin í Skopun, næstelstur av einum barnaflokki, ið taldi sjey.

Barnaskúlin var einki fyri hann. Hann hataði at ganga í skúla. Helt seg ikki duga nakað. Og tá lærarin segði, at Mortan ikki kundi taka ímóti lærdómi, setti hetta seg so fast, at hann framvegis plágast av hesum. Sannleikin er, at Mortan hevur eitt brek, ið ikki sæst. Hann er orðblindur, sum so mong onnur.

Einans 11 ára gamal, fór Mortan saltfiskatúr við trolaranum Kallsevni, sum pápin førdi. Túrurin gekk til Grønlands, og vardi í fimm vikur. Hugurin til sjógvin varð vaktur.

Einaferð, Mortan kom heim, fekk hann at vita frá pápanum, at nú hevði hann meldað sonin inn á Sjómansskúlan í Havn. Hetta dámdi Mortani einki, tí var tað nakað, hann fyri alt í verðini vildi sleppa undan, var tað at seta seg á skúlabonk aftur. Tá komu barnaminnini um at vera orðblindur týðuliga framaftur.

Lívsleiðin løgd
Tá í tíðini gjørdi man tað, sum foreldrini søgdu. Mortan fór at ganga uppá Sjómansskúla, og tað gekk væl. Stutt eftir skúlabyrjan, kom Mortan út fyri eini rættiliga álvarsligari ferðsluvanlukku, sum gjørdi, at tað gingu heili fýra ár, áðrenn hann var arbeiðsførur aftur. Við endaliga próvnum í hondini, var lívsleiðin hjá tí nýgifta Mortani løgd.

Um Mortan ikki var vorðin skipari, so hevði hann ivaleyst verið lærari í matematikk. Orðið matematikk hevði hann ikki hoyrt fyrr. Visti einki um hesa lærugrein, fyrr enn hann kom á Sjómansskúlan, men hon fangaði áhuga hansara í ólukkumát.

Mortan fór at sigla sum skipari við trolarum, fyrst við ”Brandi Sigmundarsoni”, síðani við ”Sisimiut” hjá Kgh í Grønlandi. Tá flutti hann við allari familjuni til Grønlands at búgva í nøkur ár.

Heimaftur komin úr Grønlandi í 1975, heitti Jákup í Lopra, reiðari, á Mortan um at koma við sum skipari við ”Polarborg 1” og seinni við ”Polarborg 11”

Tvey ár seinni var hann biðin um at koma við uppskoti um at fáa ráðvøru til Tvøroyrar Flakavirkið, og burturúr tí samstarvinum, varð  ”Suðringur”, bygdur. ”Suðring” átti Tvøroyrar kommuna saman við Mortani Johannesen o.ø.

Í 1980 gingu Tvøroyrar kommuna og Mortan saman um at  byggja ”Rankan”, sum var systurskip til ”Suðring”.

Ein ræðulig hending
Mortan hevur mangan siglt í vandasjógvi øll hesi árini.

Hin álvarsligasta hendingin, hann plagar at siga frá, fór fram 29. januar í 1959 á Kappanum. Hendan ófrættadagin var spildurnýggja danska og modernaða ferðamannaskipið ”Hans Hedtoft” á jomfrúferð síni á veg úr Grønlandi til Keypmannahavnar, tá tað sendi út neyðarkall. Hol var komið á ferðamannaskipið, sum bygt var til ikki at kunna søkka. Við vóru 95 fólk. Ódnarveður var. Himmal og hav stóðu í einum roki.  Nógvur tjúkkur ísur í sjónum.

Nærmasta skip á leiðini var føroyski trolarin ”Fiskanes” við eini manning, ið taldi 27 mans. Millum hesar var hin ungi 16 ára gamli skopuningurin, Mortan. Í dag eru bert tveir av teimum á lívi, Absalon Absalonsen og Mortan.

Leggjast skal aftrat, at eisini týska skipið ”Johannes Kruss” tók lut í leitingini. Tað lá eitt lítið sindur eystanfyri ”Fiskanes” og ”Hans Hedtoft”.

Hetta var ein ræðulig hending. At vera so tætt við eitt skip í havsneyð og einki at kunna gera fyri at hjálpa, er ein óhugnaligur tanki at minnast afturá. Veðrið var so ringt, at teir sjálvir vóru um at fara. Tað er eitt Guds undur, at Fiskanes ikki eisini fekk somu lagnu sum ”Hans Hedtoft”.

Men, sum Mortan, ið er ein trúgvandi maður, plagar at siga, tá hann minnist aftur á hendan feigdardag: ”Tú fert ikki, fyrr enn dagar tínir eru taldir”.

Saman við teim nærmastu
Um 60 ára aldur fór Mortan í land, keypti sær útróðrarbát, og sambært honum sjálvum er hetta besta lívið á sjónum, hann hevur havt.

Um somu tíð byrjaðu hann og konan at framleiða og selja fiskavørur í Vágsbotni

Fyri fýra árum síðani, gjørdist Mortan einkjumaður, tá hann misti konuna Ruth. Tey vóru lukkuliga gift í 55 ár og áttu tvey børn. Í dag eigur Mortan 11 abbabørn og átta langabbabørn.

80 ára føðingardagin leygardagin 17. september heldur Mortan heima við hús saman við teim allar nærmastu.

Hjartaliga til lukku við 80 ára degnum, Mortan.

Vinfólk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo