Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Seinnapartin í dag bleiv nýggi barnagarðurin, Baldursbrá, alment tikin í nýtslu. Fyrstu stovurnar vórðu tiknar í nýtslu í heyst, og herfyri varð uttanumøkið eisini endaliga gjørt liðugt. Í dag var, hóast nakað seinkað, hátíðarhald fyri børnum, foreldrum og starvsfólkum á stovninum.

Hóast skiftandi verður og regn, so vóru fitt av fólki komið saman til hátíðarhaldið. Á skránni var hoppiborg, kaffi, smákøkur, pylsur og sunkist til børnini. Harafturat framførdi Steintór Rasmussen nøkur løg og Eyðstein Poulsen, formaður fyri Børn og Ung, førdi fram røðu.

Bygningurin er líkur nýggjasta partinum av Fjallafípuni, sum Norðhús somuleiðis var við at byggja. Eitt sum er sermerkt við nýggja stovninum er stóra og innbjóðandi spæliplássið, har kommunan m.a. hevur endurnýtt flísar, sum eru tiknir upp av økinum við Biskuptorg. Somuleiðis er spæliplássið grønt við nógvum trøðum, runnum og grillsmáttu. Tað er fyritøkan Varkurt, sum hevur staðið fyri stórum parti av uttandura arbeiðinum.

Røðan sum Eyðstein Poulsen helt kann lesast: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo