Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Kvøldskúlin hevur í mong ár undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum og virka integratiónini at frama. Tilboðið er víðkað til eisini at fevna um børnini. Avgjørt er nú, at Kvøldskúlin fyribils skal hýsa móttøkuflokkinum í eitt ár afturat.

Skipað varð fyri morgunmati á Kvøldskúlanum í morgun, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnaðist um at síggja vælupplagdar næmingar og nevndi, at tað er onki minni enn einastandandi, at børn hjá tilflytarum nú læra føroyskt á Kvøldskúlanum.

- Og eg hoyri, at tit klára tykkum sera væl! Talan er her um undirvísing fyri børnum hjá tilflytarum, ið eru flutt til Føroya og hava føroyskt sum annaðmál. At læra føroyskt sum annaðmál er nógv øðrvísi enn móðurmálsundirvísing.

- Og tað er tí, at Tórshavnar Kvøldskúli í samstarvi við Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommunu og skúlarnar í kommununi, nú skipar fyri felags undirvísing fyri hesar næmingar.

- Kvøldskúlin hevur í mong ár undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum og virka integratiónini at frama. Nú er so tilboðið víðkað til eisini at fevna um børnini.

- Og tit næmingar koma úr Hoyvíkar Skúla, Eysturskúlanum, Skúlanum á Fløtum og Skúlanum á Argjahamri. Flutningur er eisini skipaður, so tit sleppa skjótt og lætt frá fólkaskúlanum til Kvøldskúlan og aftur hvønn morgun. Tórshavnar Kommuna rindar fyri flutningin.

- Eg haldi at tey á Kvøldskúlanum vóru eitt lítið sindur ivingarsom, tá móttøkuflokkurin byrjaði. Hetta var serliga tí, at aldursmunurin er rættiliga stórur – líka frá fimta flokki til Nám X.

- Tað møttu so einir 15 næmingar upprunaliga – men nakrir vórðu sendir heimaftur á skúlarnar, tí tey dugdu OV væl føroyskt. Og hjá tykkum, sum tá vóru eftir, var spennið vítt, onkur skilti nakað av føroyskum og onkur skiltu bara enskt.

- Tit hava verið ógvuliga fitt og hugagóð, og móttøkuflokkurin er einki minni enn ein sólskinssøga frá byrjan til enda. Tit trívast væl í Kvøldskúlanum, og hetta er helst tí, at tit so at siga eru í sama báti. 

- Mann kann skjótt blíva eitt sindur einsamallur, tá ið man sum tilflytari situr millum 25 ella fleiri føroyskar næmingar.

- Orsøkin til, at Kvøldskúlin fekk játtan til móttøkuflokkin er, at Kvøldskúlin hevðir undirvísarar, sum høvdu hollar royndir at undirvísa tilflytarum. Hetta er ikki ein løtt uppgáva, tí onki undirvísingartilfar finst.

- Haraftrat eru skúlarnir glaðir fyri hesa loysnina og hildu beinanvegin, at næmingarnir trivust betri heima hjá teimum. Avgjørt er tí, at Kvøldskúlin fyribils skal hýsa móttøkuflokkinum í eitt ár afturat.

- Undirvíst verður í føroyskum máli, mentan og samfelag – og eg fari at nýta høvið at takka undirvísarunum Jónu Kristin Thomsen, Vár Haraldsen og Ragnhild Olsen. Tit hava bæði útbúgving og royndir og hava leingi undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum. Stóra tøkk fyri.

- Takk fyri at eg varð boðin við í morgun og allarbestu eydnu víðari, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo