Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester United-venjarin José Mourinho ætlar sær at byggja upp sítt nýggja lið um metkeypið Paul Pogba.

– Eg veit ikki akkurát hvar hann leikti. Tá ið ein leikari sleppur at leika sum hann ger, ert tú bundin av eini ávísari organisering um hann. Pogba má sleppa at gera sum hann vil. Sjálvandi skal hann eisini vera meira displineraður í eini 2-0 leiðslu og tað eru tíggju minuttir eftir, men sum týpa er hann ein leikari sum má hava frælsi, segði Mourinho eftir 2-0-sigurin á Southampton í gjár.

Enskir miðlar spara ikki uppá krútið eftir at Zlatan Ibrahimovic (34) skoraði tvey mál í fyrsta dystinum á Old Trafford.

- Wayne Rooney er í heiminum hjá Zlatan nú. Og í heiminum hjá Zlatan er tað bara ein maður sum tekur brotsspørkini. Her er eitt tips: Tað er ikki Rooney, skrivar tann viðurkendi fótbóltsviðmerkjarin Martin Samuel í Daily Mail.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo