Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað var dýrari at framleiða eitt kilo av laksi enn tað sum fekst fyri at selja fiskin.

Hetta var galdandi í Føroyum, Kili og Kanada í fjórða ársfjórðingi í fjør hjá heimsins størsta laksaframleiðara, Mowi, áður Marine Harvest.

Hinvegin gav alingin í øðrum støðum vinning, serliga í Skotlandi og Írlandi, skrivar miðilin Fish Farmer Magazine.

Fjórði ársfjórðingur gav ein samlaðan vinning uppá 49 mió evrur, sum er minni enn tað greinarar høvdu væntað. Mowi hevði vinning uppá 166 mió evrur sama tíðarskeið í 2019.

Mowi misti 0,75 evrur fyri hvørt kilo framleitt í Føroyum fjórða ársfjórðing í fjør. Missurin var størri enn tann í Kili, sum var 0,50 evrur fyri kilo, men minni enn tann í Kanada sum var 1 evra fyri hvørt kilo.

Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er lítil. Hon var 1.500 tons í Føroyum samanborið við 78.500 tons í Noregi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo