Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Arbeiðsbólkurin, sum var settur í sambandi við MR-skannaran, metir, at raksturin av honum fer at liggja um góðar 1,7 milliónir krónur um árið.

Tað skrivar arbeiðsbólkurin í tilmælinum til leiðsluna, sum VP hevur fingið innlit í.

Vivíkjandi hølisviðurskiftum og neyðugum umbyggingum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, skrivar arbeiðsbólkurin:

Hølisviðurskiftini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til at seta 3T MR-skannara upp eru góð. Hølið liggur á veghædd og er beint við har, ið fólk koma at taka blóðroynd. Pláss er til bíðirúm og har eru eisini vesi. Við í keypinum av skannaranum er eitt serligt Faraday-búr, sum er eitt neyðugt trygdarbúr kring MR-skannaran. Somuleiðis er fullfíggjað køliannlegg at seta uttanfyri, ljóðdoyving til gólv, o.a. við í tilboðnum.

Tað tekur umleið 18 vikur at levera 3T MR-skannaran, frá tí at kontraktin er undirskrivað og seks vikur at seta skannaran upp.

Eftir ætlan verður skannarin settur upp í Felagshølunum - Stærmose á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað fyrsta sum skal kannast er, um gólvið er nóg sterkt at bera tí 7 tons tunga skannaranum. Hetta er kanning sum statikari ger. Um gólvið ikki er nóg sterkt, skal tað tryggjast úr neðra.

Skannarin brúkar sterkan streym og elveitingin í dag fær sjúkrahúsið ikki leverað tann streym, sum skal til. Hetta er ikki nakar trupulleiki, men neyðugt er at fáa SEV at gera nýggja innføring og nýggja talvu. Kostnaðarmetingin fyri hetta er 140.000 kr. Neyðugt er somuleiðis við nakað av umbygging fyri at gera hølini klár til nýtslu. Nøkur høli skulu gerast til rúm, sum ikki eru í dag, gólv skulu brekkast, veggir setast upp, elveiting og installatiónir til køling skulu fáast uppá pláss. Vanliga verður roknað við, at lættari umvælingar hava ein kostnað á 14.500 kr./kvm., men hetta verður helst eitt vet dýrari. Hinvegin, so kann meginparturin av arbeiðinum gerast av fólki innanhýsis.

Talan er um umbygging av umleið 100 kvm og tí kann kostnaður fyri umbyggingina at gerast 1 mió. kr ella so. Skal gólvið styrkjast, so økist kostnaðurin.

Tá slík útgerð verður keypt er neyðugt við dyggari serviceavtalu við veitaran, sum í hesum føri er Siemens, Fyritøkan hevur boðið tríggjar ymsar serviceavtalur í samband við hendan skannaran, sum eru á trimum ymiskum stigum. Tann bíligasta kostar stívliga 200.000 kr. um árið, ein góðar 300.000 kr. um árið og hin triðja kostar um 400.000 kr. um árið. Arbeiðsbólkurin metir, at tørvur verður á serviceavtaluni til 300.000 kr. um árið, sum tryggjar support 24 tímar um samdøgrið. Arbeiðsbólkurin metir at ta er frægast, at Medicotekniska deild á Landssjúkrahúsinum teknar avtaluna eins og siðvenja er um tólini í Sjúkrahúsverkinum

Hóast serviceavtalu, so er neyðugt, at Klaksvíkar sjúkrahús kann fáa tekniska hjálp á staðnum, tá okkurt er. Tað krevur útbúgvið starvsfólk og skeið í service av 3T MR-skannara kostar umleið 150.000 kr. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at tað verður Medicotekniska deild á Landssjúkrahúsinum, sum tekur sær av hesum, eins og tey taka sær av øðrum tólum í Sjúkrahúsverkinum. Umráðandi er eisini, saman við Teknisku deild á Klaksvíkar sjúkrahúsi, at fáa undirvísing undir installatión.

At enda so stendur ein slíkur skannari frá alt samdøgrið og brúkar streym. Givið er, at tess meira skannarin verður nýttur, tess hægri veðrur streymnýtslan. Eitt varið boð er, at kostnaðurin fyri elnýtslu verður 20.000 kr. um mánaðin, svarandi til 240.000 kr. um árið.

Sí tilmælið hjá arbeiðsbólkinum

Í arbeiðsbólkinum:
• Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund
• Súsanna Olsen, varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund
• Ingi Mittún, fíggjarleiðari
• Einar Venned, deildarleiðari á Medicoteknisku deild
• Lisa Frederiksberg, deildarleiðari á røntgendeildini
• Sissal Clemmensen, yvirlækni í radiologi
• Johanna Petersen, yvirlækni í gastroenterologi
• Fróði Jacobsen, stjórnarfulltrúi, skrivari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo