At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Semjast londini, sum veiða norðhavssild, ikki áðrenn nýggjár um býtið, so hongur MSC góðkenningin í klønum tráði. Tað hava londnini fingið at vita Marine Stewardship Council, skrivar miðilin Seafoodsource á netinum.

Noreg, Ísland, ES, Føroyar, Russland, Grønland og Stórabretland fiska sildina, men ongin munadygg avmarking er galdandi, og í fleiri ár er ov nógv fiskað. Bara í fjør fór samlaða veiðan uppum tað, sum ráðiligt er, við nærum einum triðingi. Og mangt bendir á, at støðan verður hin sama í ár.

Skulu strandalondini vera innanfyri tað, sum ICES hevur mælt til, so skulu tey minka um veiðuna, sigur MSC.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo