Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Marine Stewardship Council, MSC, hevur nú boðað frá, at fiskiskapurin eftir atlantoskandiskari sild og svartkjafti er tikin aftur.

Tað skrivar miðilin SeafoodSource.

MSC hevur fleiri ferðir ávarað um, at hetta fór at henda, tí fiskingin er ikki burðardygg. Londini sum fiska, og teirra millum eru Føroyar, fiska yvir 30% meira enn gott er, og tað kann eisini ávirka alivinnuna, tí ein stórur partur av fiskinum fer til at gera alifóður til laks.

At ein felagsskapur sum Marine Stewardship Council sigur gott fyri vinnuna verður roknað sum eitt góðskustempul sum vanliga ger, at betri prísur fæst fyri vøruna enn annars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo