Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: - Vit mugu tryggja, at heilsugransking heldur fram, hóast fæið í Sjúkrakassagrunninum er uppi.

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett landsstýrismanninum fyrispurning um ætlanin er at tryggja, at arbeiðið við heilsugransking ikki dettur niðurfyri.

- Tað er breið semja um, at tað hevur eydnast at menna heilsuøkið munandi hesi árini við peninginum frá sjúkrakassunum í Føroyum. Verkætlanirnar hava givið nýggja vitan, betri heilsutilboð, styrkt fakligar førleikar og samstarv um gransking á heilsuøkinum, skrivar Eyðgunn Samuelsen.

Hon vísir á, at stuðul til gransking er ein íløga, sum í nógvum førum loysir seg fíggjarliga og menniskjaliga.

- Niðurstøðan má vera, at tað er neyðugt, at tað almenna raðfestir gransking væl hægri, soleiðis at góða gongdin kann halda fram. Annars kann vandi vera fyri, at vit missa fólk aftur av landinum og tað, sum er bygt upp, við fænum úr Sjúkrakassagrunninum, verður mist, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Les allan fyrispurningin: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo