Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

POSTA: Jólini eru vanliga tann tiðin á árinum, har flest pakkar stroyma inn og av klettunum. Men korona sum heild og nýggju ferðatilmælini hava sett ferð á eitt rák, sum hevur verið leingi á veg:

“Vit síggja ein sera stóran vøkstur í talinum av pakkum í mun til í fjør longu nú - góðar tríggjar vikur fyri jól. Vit ferðast minni í ár –  Og jólapakkarnir skulu jú fram óansæð. Samstundis síggja vit, at føroyingar veruliga hava tikið nethandilin til sín. Innlendis nethandilin er meira enn tvífaldaður í ár,” sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta. 

Smidligari tænasta
Joel leggur afturat: “Vit eru klár til at taka ímóti pakkunum, bæði teimum sum skulu berast út í Føroyum og teimum sum fara av landinum.”

Í samstarvi við Magn lat Posta 11 nýggjar pakkastøðir upp í oktober:

”Posta ynskir at stuðla undir rákið, sum korona hevur sett ferð á. Tað skal vera enn lættari at móttaka og senda pakkar. Vit vilja vera har, sum viðskiftafólkini longu ferðast og pakkastøðirnar hava opið allan dagin og eisini um kvøldið,” sigur Joel.

Viðskiftafólk kunnu senda pakkar frá einari pakkastøð, bert postgjaldið er goldið á Posta App frammanundan. Viðskiftafólk kunnu eisini heinta pakkar, sum Posta ikki fær borið t.d. um ongin er heima. Pakkastøðirnar koma serliga teimum til góðar, sum vilja senda og heinta pakkar aftaná vanliga arbeiðstíð.

Útbering fram til 23. desember
Sum kunnugt er tað ikki bara í Føroyum, at fólk ferðast minni vegna koronu.

Nógv flogfør eru avlýst kring heimin, og tað merkir, at viðskiftafólk skulu senda jólapakkar fyrr enn vanligt fyri at tryggja sær, at teir kunnu leggjast undir træið jólaaftan:

“Vit bera tó pakkar út heilt fram til 23. desember og gera alt fyri, at pakkarnir kunnu latast upp jólaaftan,” sigur Joel. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo