Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Í morgin klokkan 17 verður ein stórur dagur fyri hondbólts-Føroyar, tí tá hittir landsliðið Eysturríki í Bregenz.

Men føroyska hondbóltslandsliðið varð seinkað úr Vágum og av tí sama mundi gingið galið við at sleppa víðari til Sveis, greiðir hondbóltssambandið frá á facebook.

- Við góðari hjálp frá Atlantic Airways og góða hondbóltsvininum Ásvaldi Simonsen, sum megnaðu at hála í nakrar træðrir, eydnaðist tað ferðalagnum uppá eitt hangandi hár at sleppa umborð á Swiss Air flogfarið til Zürich, verður sagt.

Ferðalagið fer við bussi úr Sveis yvir markið til Bregenz í Eysturríki, har landsliðið eisini skal venja í kvøld.

Seinasti og avgerandi dysturin hjá Føroyum í morgin, saman við úrslitinum av dystinum Ukraina – Rumenia, kemur at avgera, hvørt Føroyar koma til EM-endaspælið. Kappast verður í 8 bólkum, har nr. 1 og 2 koma víðari til EM-endaspælið, umframt 4 teir bestu 3´arnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo