Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu viðvíkjandi sethúsafígging á bygd.

1) Er landsstýrismaðurin vitandi um, at krøvini til lánveiting til sethúsabygging eru øðrvísi á bygd enn í størru búplássunum í landinum?

2) Um so er, hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri at broyta atgongdina hjá ungum familjum til sethúsafígging á bygd?

3) Metir landsstýrismaðurin, at uppgávan við sethúsafígging verður røkt á ein nøktandi hátt av bankunum?

4) Eru sambært landsstýrismanninum aðrir hættir at útvega sethúsafígging til familjurnar, sum ynskja at seta búgv á bygd?

5) Metir landsstýrismaðurin tað rímiligt, at tað er lættari at fáa lán til dýr hús í størru búplássunum í landinum, enn at seta búgv fyri ein rímiligan penga úti á bygd?

Svar:

1. Rákið á føroyska bústaðarmarknaðinum hevur í fleiri ættarlið verið, at alsamt fleiri hava leitað sær til størru búplássini at seta búgv. Hetta rákið er ikki serstakt fyri Føroyar, men sæst aftur í nærum øllum heimsins londum, eisini í grannalondum okkara, har vit javnan hoyra um Udkants Danmark og Kyst Norge.

Stóri eftirspurningurin og avmarkaða útboðið av bústøðum í størru búplássunum ger, at bústaðarprísirnir gerast lutfalsliga hægri á hesum støðum.

Tá peningastovnar veita lán til t.d. nýbygd sethús í smærru og fjarskotnu bygdunum í Føroyum, er sannlíkt, at byggiprísurin er væl hægri enn søluprísurin, ið kann fáast fyri húsini á bústaðarmarknaðinum.

Fyri peningastovnin, sum vanliga hevur pant í húsunum, er hettar ein váði. Jú størri hesin prísmunur er, tess størri er váðin fyri peningastovnin.

Økti váðin ger, at peningastovnurin møguliga setir hægri krøv um t.d. eginpening, tøka inntøku o.a. Hetta kann vera ein skilagóð handilslig avgerð hjá peningastovnunum, meðan tað fyri lántakaran kann tykjast sum ein órættvísur mismunur.

Eisini eru kapitalkrøvini til peningastovnarnar økt munandi seinastu árini, og avmarkar hetta eisini møguleikan hjá teimum at læna út til sethúsabygging á smáplássum, har váðin fyri tapi er størri enn hann er fyri líknandi hús í størru búplássunum.

2. Tá ungar familjur búseta seg í smærri og fjarskotnum bygdum, kann kravið til eginfígging vera størri enn tá talan er um sethúsabygging í meginøkinum.

Hetta kann sum sagt vera skilagott, eisini fyri einstøku familjurnar.

Tað er ikki altíð ráðiligt at eggja fólki til at taka lán, ið eru nógv størri enn søluvirðið á ognini. Í slíkum førum kunnu fólk blíva stavnsbundin til ávísan bústað og koma undir stórt trýst í samband við t.d. arbeiðsloysi, sjúku, hjúnaskilnað o.a.

Stórar broytingar fara í løtuni fram í føroyska samferðslukervinum. Eysturoyartunnilin er tikin í nýtslu og innan stutta tíð verður koyrandi til Sandoynna. Ein avleiðing er vaksandi húsaprísir bæði í stórum pørtum av Eysturoynni og á Sandoynni. Tað, sum vit vanliga kalla útjaðarin, gerst tí ein alsamt minni partur av føroyska samfelagnum.

Um ein undirsjóvartunnil kemur til Suðuroynna, er at kalla alt samfelagið, burtursæð frá útoyggjunum, bundið saman við vegum. Hetta fer óivað at hava við sær, at munurin millum setahúsaprísirnar í ymisku pørtunum í landinum gerst minni sum frálíður.

Tí verður munurin á eginfígging fyri ymisk øki í landinum eisini minni. Lóggávan kring peningastovnarnar er felagsmál. Landsstýrið hevur ikki ætlanir um at heita á danir um at broyta lóggávuna fyri Føroyar á hesum øki.

3. Føroyska samfelagið er illa roynt av bankakreppum og tí er umráðandi at vit hava sterkar og virkisfúsar bankar.

Sum heild sýnast teir fýra føroysku bankarnir at loysa uppgávuna á ein nøktandi hátt, og bjóða teir allir t.d. realkredittlán, sum eru sera bílig í hesum døgum.

Herdu lógarkrøvini, sum komu eftir fíggjarkreppuna, hava tó gjørt tað truplari hjá bankunum at taka størri váða á seg.

Út frá einum samfelagsbúskaparligum sjónarhorni er hetta helst skilagott.

Mett verður tó leypandi um, hvørt krøvini eru ov hørð, og eru til størri ampa enn gagn fyri føroyska samfelagsbúskapin.

4. Í løtuni eru tað føroysku peningastovnarnir, sum standa fyri at kalla allari sethúsafígging í Føroyum. Gamli Húsalánsgrunnurin, nú Bústaðir, hevur fyrr veitt lán til sethúsabygging.

Tað er Almannamálaráðið, sum varðar av Bústøðum.

5. Tað er lætt at skilja, at tey, ið ynskja at seta búgv á smáplássum, halda tað vera órímiligt, at bankarnir seta teimum strangari krøv, enn sett verða teimum, ið búseta seg í meginøkinum, har sethúsaprísirnir eru hægri.

Men bankar eru fyritøkur, ið verða riknar á handilsligum grundarlagi. Kapitalkrøvini til hesar eru herd munandi seinastu árini.

Tí hava bankarnir skyldu til, bæði yvir fyri eigarum sínum og yvir fyri myndugleikunum, at reka ein skynsaman útlánspolitikk.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 12. apríl 2021
Helgi Abrahamsen landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo